Føroyingar við í útlendskum Elektro-rock bólki

Bólkurin Grace of Decay hevur haft viðvind í seglinum síðani nýggja fløgan ’Believe the Hype’ kom út á marknaðin. Hetta er fyrsta fløganútgávan frá elektro-rock bólkinum, sum síðani 2007 hevur sett saman sínar rútmisku musikalsku royndir og upplivingar, í stórstaðnum Keypmannahavn. Burturúr ymiskum stílum, líka frá elektro, pop-rock til metal, er tað í hesum sambandi, at Grace of Decay hevur funnið síni serstøku og eyðkendu ljóð.

 

Palli Klein Rasmussen og Lennart Viðbjørg eru føroyska ískoytið í bólkinum, ið eisini hevur manning úr Danmark og Tjekkia.

 

Tað musikalska útrykkið er umfatandi og kensluríkt, og er sett saman av fangandi tónum við eini stórari nøgd av elektroniskum partum við brotum av tungum og groovyrútmum.

 

Bólkurin hevur sjálvur staðið fyri upptøku, ljóðblandi og framleiðslu av nýggju fløguni. Umframt at teir júst hava útgivið teirra fyrsta videolag, sí niðanfyri.