Føroyingarnir í Baku eru moyrir

Eftir hvíld í gjár verður á middegi lagt til brots aftur í talvolympiaduni

Tað varð ikki akkurát soleiðis, sum tað varð vónað, tá ið føroysku telvararnir í Baku í Aserbadjan í fyrradagin í fimta umfari í talvolympiaduni taptu tepurt ímóti Algeria, ið er styrkismett bara eitt vet frammanfyri Føroyar.

 

Sambært heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, faroechess.com, mundi ein partur av frágreiðingini vera, at tað í ávísan mun er farið at merkjast, at teir somu fýra sita við borðini hvønn dag.

Sjúrður Thorsteinsson á fjórða borð vann fínt talv á fjórða borði, og hjá Helga Dam Ziska endaði tað javnt. Helgi hevði á fyrsta borði fyrimun, men hann var ikki nóg stórur til at vinna talvið.

-Verri gekst á øðrum og triðja borði. John Rødgaard og Jóan Hendrik Andreasen taptu. Báðir telvaðu undir miðal. John viðgongur, at hann hevur ikki orkuna longur til fimm krevjandi dystir dag um dag, og tí kom frídagurin í gjár væl við. Jóan Hendrik hevur havt trupulleikar við búkilsku og leysum lívi, sum ikki er óvanligt at fáa, tá tú ferðast á so fjarskotnum leiðum. Vónandi verður hann nóg birgur at telva í sætta umfari, verður sagt á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.

 

Eftir hvílidag í gjár skal føroyska liðið í dag telva ímóti Sao Tome og Principe, sum er oyggjarsasmfelag við afrikansku vesturstrondina áraka ekvator. Á oyggjunum búgva eini tvey undrað túsund fólk.

Sao Tome og Principe er styrkismett nummar 156, og um tað gongst, sum ætlað, so fara Føroyar at vinna tryggan sigur. Men í dystinum ímóti Japan eydnaðist tað Sao Tome og Principe at vinna talvið á øðrum borði ímóti altjóða meistara, so hjá okkara monnum ræður um at hugsavna seg um uppgávuna á hvørjum borði.

Í løtuni eru Føroyar nummar 104 av teimum 180 liðunum. Um tað eydnast at vinna í dag, so fara vit at lyfta okkum longur fram í røðina aftur.