- Føroyingarnir hjálptu mær

Soleiðis sigur Jens Marni Hansen, sum í gjárkvøldið framførdi á stóra pallinum í Parkini, tá hann hitaði upp fyri amerikanska rokkbólkin Bon Jovi.

 

- Tað hjálpti mær, at so nógvir føroyingar vóru til staðar. Teir kenna løgini, og serliga ímóti endanum, tá eg spældi Misery, sungu føroyingarnir við. Haldi eisini, at teir megnaðu at fáa danskararnir at syngja við, sigur ein fegin Jens Marni Hansen, sum lýsir kvøldið í gjár sum eina stóra uppliving.

 

- At standa á pallinum í Parkini var eitt stór uppliving fyri meg. Tað var ein stór fjøld, sum stóð framman fyri mær, og sum eg skuldi undirhalda. Men tað gekk væl og nøkunlunda soleiðis, sum eg hevði væntað, sigur Jens Marni Hansen.

 

Hann letur hampiliga væl at ljóðgóðskuni, sum var undir hansara upphiting.

 

- Ljóðið var heilt okey Vit høvdu onga ljóðroynd, men fingu líka einar 10 minuttir til at gera okkum klárar á pallinum. Teir koyrdu ikki ljóðið serliga hart frá, og vit høvdu eingi ljós til framførsluna, fyrr enn vit spældu tað seinasta lagið, so alt var eitt sindur avmarkað, sigur Jens Marni Hansen, sum ikki fekk møguleika at hitta Bon Jovi.

 

- Eg fekk ikki heilsað uppá hann, men tað hevði eg heldur ikki roknað við, sigur Jens Marni Hansen.