Flogbóltur
Í tí tydningarmikla dystinum móti Gentofte tapti Frederiksberg, við teimum trimum Alvildu Ólavsdóttir, Hjørdis Mortensen og Annika Joensen á liðum, 3-1 í einum dysti, har serliga móttøkurnar og verjan hjá Frederiksberg ikki virkaði.
Um Frederiksberg skuldi varðveita vónina um eitt pláss í semifinaluni um danska meistaraheitið, skuldu tær helst vinna á Gentofte, men so var ikki.
Og tá HIK Aalborg heldur óvæntað vann 3-2 á Holte, sær tað nú rættuliga vónleyst út hjá Frederiksberg, at náa málið um eitt pláss í semifinaluni. Frederiksberg hevur tó enn ein lítlan møguleika, tí tær skulu leika seinasta dystin í hesum umfarinum komandi leygardag móti DHG Odense.
DHG hevur tó enn ongan dyst tapt í ár, og hevur vunnið báðar dystirnar, sum lidini hava leikt móti hvørjum øðrum í ár.
Støðan í top-6 í elitudeildini er nú tann, at DHG er á odda við 18 stigum.Holte hevur 12 stig, Gentofte 10, HIK Aalborg 8, Frederiksberg 6 og Hvidovre hevur einki stig.