Føroyingum tørva vistfrøðiligt tilvit

-Føroyingar hava onga umhvørvisverndar siðvenju. Tað er sjálvandi ikki so løgið vegna áðurnevndu landafrøðiligu støðu okkara, men hóast tað er tíðin komin til at luttaka í tí heimsfevnandi orðaskiftinum um umhvørvið. Okkum tørvar vistfrøðiligt tilvit, sum einfalt er at hugsa seg um, áðrenn ein tveitur okkurt burtur, og hugsa um reinføri uttandura so væl sum innandura

Ein situr nú møguliga við spurningunum: Hvat ger ein samrøða við ein amerikanskan yrkjara um skógir, friðing o.a. í føroyskum fjølmiðlum? Hvønn týdning hevur samrøðan fyri okkum? Hetta skal seta gongd í eitt orðaskifti, sum so vónandi kann gerast ein partur av tilvitinum (bevíðstheitini) hjá tí einstaka føroyinginum. Eftir greinina í Sosialinum 11. januar um sjáldsamar plantur í Føroyum, ið eru um at doyggja út, er tíð til at síggja týdningin av einum slíkum orðaskifti, sum sjálvandi skal bakkast upp við tiltøkum.
Føroyar eru avbyrgdar frá umheiminum av havinum, harafturat er sera lítið til av ídanaðarvirkjum her í norðuratlantshavinum, og hevur hetta hjálpt til at dálking av okkara umhvørvi er komin seint. Men hon er komin. Eitt tað fyrsta vit hoyrdu um dálking, ið raktið okkum beinleiðis, var um høga kviksilvur innihaldið í sjófita; serstakliga í spikinum á grind. Eg vil ikki koma inn á nágreiniliga viðgerð av spuningum um dálking, men meira nerta við (sum Snyder ger í sínum yrkingum og í oman fyri standandi samrøðu) tað vistfrøðiliga tilvitið.
Føroyingar hava onga umhvørvisverndar siðvenju. Tað er sjálvandi ikki so løgið vegna áðurnevndu landafrøðiligu støðu okkara, men hóast tað er tíðin komin til at luttaka í tí heimsfevnandi orðaskiftinum um umhvørvið. Sum Gary Snyder ofta hevur víst á, snýr tað seg ikki um at bjarga einum skógi, hvali o.s.fr., men tað snýr seg um at fáa eitt tilvit í gerandisdegnum sum umfatar eitt vistfrøðiligt tilvit so væl sum aðrar politiskar rættleikar sum t.d. javnstøða millum mann og kvinnu. Hvat er so eitt vistfrøðiligt tilvit? Jú, tað er einfalt at hugsa seg um áðrenn ein tveitur okkurt burtur, og hugsa um reinføri uttandura so væl sum innandura. Ein skal ikki at tveita burtur nakað, ið kann nýtast; gev tað burtur, um tú ikki fær selt tað. Keyp vistfrøðiliga vøru - hon kostar ikki so nógv, at hon órógvar títt livistøði; gang ístaðin fyri altíð at koyra - tað er betur fyri náttúruna og teg sjálvan, o.s.fr., hetta eru smá ískoyti fyri tann einstaka, men ger stóran mun, um øll gera sítt. Vit liva í eini tíð, har okkara tilvit er á tremur við tonkum um eitt lættari, ómaksleysari - og avlíkavæl (og framíhjá) marglætisríkari - lív, har lítið og einki pláss er fyri hógv, skynsemi og fyrilit fyri okkara náttúru. Hetta skal skiljast sum eina veking upp úr okkara marglætisdvala, har eingin tykist nøgdur, men altíð skal hava meira; kosta náttúruni hvat henni kosta skal.

PS. Hvussu hevði tað verið, at friða eitt hagaøki í Føroyum? Hvørjir runnar og blómur - kanska eisini trø - høvdu ikki komið til sjóndar, sum vit ongantíð hava lagt til merkis áður? Eitt nýtt vistfrøðiligt umhvørvi og búøki fyri djór. So kundu føroyingar, eins og útlendingar (ferðafólk), sæð hvussu Føroyar sóu út fyri góðum 1000 árum síðan.