Føroyingur 1. stýrimaður á mistonktum narkoskipi

Thor Amalia hevur í 10 dagar verið afturhildið á Haiti, men í gjár varð skuldsetingin slept og manningin fekk passini aftur frá myndugleikunum.

Danska farmaskipið ?Thor Amalia? hevur teir seinastu 10 dagarnar ligið afturhildið á karibisku oynni Haiti, tí at løgreglan á oynni hevði illgruna um, at narkotika var í lastini.

Av reiðaríðnum T&C í Svendborg verður sagt, at manningin ongantíð hevur verið undir illgruna fyri at smugla narkotika, men at hildið var, at brotsmannalið í Kolombia hava koyrt narkotika í cementsekkirnar, sum skipið var lastað við.

Mikukvøldið fekk reiðaríið at vita frá Haitisku myndugleikunum, at nú var øll lastin kannað og at teir ikki høvdu funnið nakað rúsevni.

Eftir hetta fingu skiparin og manningin passini aftur. Og millum manningina var 28 ára gamli 1. stýrimaðurin, Ansgar Sørensen av Tvøroyri. Teir hava verið uttan pass í tíggju dagar og kundu sostatt ikki sleppa av oynni.

Í gjár var skipið siglingarklárt og teir bíðaðu bert eftir útklareringini. Ætlanin var at sigla seint seinnapartin í gjár føroyska tíð. Tað einasta, sum kundi seinka ?Thor Amaliu?, vóru veðurvánirnar. Ein tropisk syklon, ?Debbie? hvørs miðdepil fór fram við Haiti í gjár, elvdi til ódnarveður á leiðini og reiðaríið sigur, at skiparin sjálvsagt ikki fór at loysa, tá allir veðurberætningar meldaðu storm.

Myndugleikarnir hava als ikki sett seg í samband við reiðaríið og teir eru heldur ikki komnir við nakrari frágreiðing um hendingina. Hetta er hent, hóast danski konsulin á Haiti hevur havt fleiri fundir við myndugleikarnar og hevur havt brøv frá danska uttanríkisráðnum, har kravt verður at fáa eina skriftliga frágreiðing hví skipið hevur verið afturhildið.

Reiðaríið veit tí ikki, hvør er upprunin til illgrunan um at narkotika var í lastini. Roknað verður tó við, at narkonjósnarar í Columbia, har ?Thor Amalia? varð lastað, hava givið myndugleikunum á Haiti eitt tipp um, at møguliga var rúsevni í lastini.