Í gjár bjargaði farmaskipið Maersk Ras Laffan seks neyðstøddum sjómonnum í Persaraflógvanum. Skipari á Maersk Ras Laffan er Elnar Niclasen av Tvøroyri.
Talan var um eitt minni iranskt farmaskip - eitt sokallað Dhow, sum er eitt typiskt arabiskt farmaskip - sum var í havsneyð, og manningin, seks mans, vóru farnir í bjargingarbátarnar, tá Maersk Ras Laffan kom fram á skipið.
Maersk Ras Laffan sigldi við nátúrgassi til Quatar, tá tey um hálvgumníggju tíðina í gjáramorgunin sóu skipi, Al Mardi, í havsneyð. Manningin var farin í bjargingarbátin, tí støðan við skipinum var so hættislig, og lítla løtu sendu teir upp neyðrakettir, men tá hevði skiparin Elnar Niclasen longu sett kós móti teimum skipbrotnu.
Manningin á Maersk Ras Laffan setti út MOB bjargingarbátin og fingu teir seks iranarnar umborð 19 minuttir eftir, at tey sóu skipið í havsneyð. Teir seks fingu heit og turr klæði og kundu senda boð heimum, at teir vóru bjargaðir. Skiparin á Al Mardi kundi eisini boða bjargingartænastuni frá, at teir vóru bjargaðir.
Felagið í Quatar, sum hevði leigað Maersk-skipið, hevur sent út lukkuynski, har teir rósa skipara og manning fyri góðan sjómansskap.
Bjargingin fór fram 55 míl úr Dubai og 20 míl úr iransku strondini.