Sunnukvøldið druknaði ein føroyskur fiskimaður í havnini í Hirtsals.
Tað var tann 39 ára gamli Hans Petur Joensen úr Sumba, men sum búði í Hoyvík, sum fór á bláman og druknaði.
Vanlukkan hendi um 10 tíðina sunnukvøldið.
Politiið í Hjørrring, sum hevur tikið sær av málinum, er eitt sindur í villareiða um, akkurát, hvat hendi.
Tað er m.a. ikki heilt greitt, um maðurin datt á sjógv, ella um hann leyp á sjógv.
Kurt Nielsen á politistøðini í Hjørring sigur fyri Sosialinum, at vanlukkan hendi, tá ið nakrir lastbilaførarar sóu ein mann, sum seinni vísti seg at vera Hans Petur Joensen, ganga yviri við nakrar lastbilar, har teir ikki hildu, at hann átti at vera.
Teir róptu á hann at vita, hvat hann gjørdi.
Men tað, sum hendir er, at onkusvegna kemur panikkur í Hans Petur og hann heldur undan monnunum, kanska tí hann fryktar fyri at vera álopin.
Meðan hann hopar undan teimum, antin dettur hann, ella leypir hann á bláman.
Listbilaførararnir royndu at hjálpa honum uppaftur, men til fánýtis.
M.a. tveittu teir honum eitt bjargingarbelti, men hann tók tað ikki.
Hann tók heldur ikki í stigan, sum gekk av bryggjukantinum, heilt niður í sjógv, beint við, har hann lá og sum hann hevði møguleika at fáa fatur á.
Kurt Nielsen sigur, at lastbilaførararnir hava greitt politiðnum frá, at tað var ikki fyrrenn at Hans Petur var komin at liggja stillur í sjónum, at tað eydnaðist teimum at fáa í hann við einum bátshaka og draga hann upp á turt.
Men tá var hann lívleysur og tað eydnaðist ikki at fáa lív í hann aftur. Læknarnir staðfestu aftaná, at hann var druknaður.
Hans Petur Joensen hevur fiskað í Hirtsals í mong ár, hann var við Stromnes.