Fiskivinna
Ein ungur føroyingur, 33 ára gamli Helgi Davidsen, sum er ættaður úr Runavík, eigur einasta línubátin í norðurjútska fiskivinnubýnum, Skagen.
Herfyri keypti hann Hvalnes frá føroyinginum, Óla Nattestad, sum býr í Hirtshals. Skipið er bygt sum trolari í Skagen í 1977.
Helgi og hinir tríggir føroyingarnir, sum eru við honum, eru nú á øðrum túrinum. Teir royna eftir toski. Tá ið toskakvotan er uppi, er ætlanin at fiska onnur fiskasløg, eitt nú hýsu og kalva.
Seldu væl
Vit hittu konu Helga, Tóru, í telefonini úr Skagen hósdagin.
Hon sigur, at Helgi og hansara menn vóru væl nøgdir við seinasta túr. Teir fiskaðu væl og seldu toskin fyri í miðal 3 krónur meira fyri kilo í Skagen enn trolararnir.
- Tey kenna einki til línufisk her, men vóru ovfarnir av, hvussu góður fiskurin var, sigur Tóra.
Hon hevur skilt á monnum, at línufiskurin helst fer at fáa uppaftur betri prís, tá ið tað frættist, hvussu góður hesin fiskurin er.
Siglt síðan
hann var 14
Tóra sigur, at Helgi hevur siglt, síðan hann var 14 ára gamal. Seinastu árini, áðrenn hann fór á Skagen Skipperskole, sigldi hann við norskum línubátum. Helgi gjørdist fiskiskipari á jólum, og eftir at útbúgvingin var komin í hús, fór hann aftur umborð á norskan línubát.
Nú hevur hann so keypt Hvalnes og er skipari á egnari skútu.
- Enn eitur línubáturin Hvalnes, tí stundir hava ikki verið til dóp, sigur Tóra.
Hon vísir á, at hópur av skjølum skuldu avgreiðast, men navnið verður broytt, tá ið
stundir verða til tess.
Einasti línubáturin í Skagen fer at eita Jóhan Emiel eftir elsta og yngsta soni teirra.
Jóhan er 12 ára gamal; Emiel fyllir 2 í september.
13 tilsamans
Sosialurin hevur ikki fingið tað váttað, men sagt verður, at 13 línubátar eru í Danmark tilsamans.
Í Skagen er so bara tann eini, og hann eigur 33 ára gamli føroyingurin, Helgi Davidsen, ið hevur staðið á skipsdekki, síðan hann var 14 ára gamal.