Føroyska Jannie Hammershøi úr Sumba varð um vikuskiftið afturvald sum forseti í altjóða sambandinum fyri blindaítrótt
Orð: Mette Oscar Pedersen
Jannie Hammershøi er uppvoksin í Sumba, men býr nú í Danmark við manni og trimum børnum. Hon hevur altíð verið virkin í ítrótti og síðani hon misti sjónina í tannárunum hevur tað verið í ítrótti fyri blind. Jannie Hammershøi hevur spælt á danska goalbólt-landsliðnum og hevur umboðað Danmark í paralympisku leikunum í Atlanta í 1996.
At hon um vikuskiftið varð afturvald sum forseti í IBSA verður mett at vera týdningarmikið. Norðurlondini er førandi í demokratisering og kunnu vera fyrimyndir hjá øðrum limalondum.
- Tað er týdningarmikið, at norðurlondini taka lut, tí vit hava ein rættvísan hátt at føra politikk. Eg stríðist fyri inklusjón og vil føra blindaítróttin rætta stað. Tað vil siga, at vit sum bera brek við sjónini kunnu luttaka á sama føti sum onnur í samfelagnum, sigur Jannie Hammershøi.
Tað eru 105 limalond úr øllum heiminum í IBSA og nøkur teirra eru menningarlond, har møguleikarnir hjá teimum, ið bera brek, ikki eru líka góð sum her í Norðurlondum.
- Tað er týdningarmikið, at vit kunnu vera fyrimyndir. Tað er ein týdningarmikil uppgáva hjá okkum at vísa hesum londunum, at hóast ein ber brek, kan ein gott røkja álitissessir og hava ávirkan, sigur Jannie Hammershøi. Hon greiðir frá, at í Kina var ein eyðsýndur munur á umstøðunum hjá teimum, ið bera brek áðrenn og aftaná paralympisku leikirnar í 2008.
- Ítróttur kan føra fólk út úr neyð og elendigheit. Áðrenn paralympisku leikirnar í 2008 vóru tey, ið bóru brek, fjald burtur. Nú eru tey betri integreraði, sigur Jannie Hammershøi.
Á persónliga økinum er tað eisini sera týdningarmikið at kunna gera ítrótt, tá ein ber eitt sjónsbrek. Tí arbeiðir IBSA við ítrótti bæði á høgum støði, sum breiddarítróttur og sum menningartiltøk í menningarlondum. Hugsanin er, at ítrótturin skal vera atkomiligur hjá øllum, sum bera eitt sjónsbrek.
- Sum blind duga vit væl at sita still og hava fundir, tí vit hava stýr upp á tað heila. Vit renna ongantíð oman gjøgnum trappurnar ella eftir bussinum. Tað ber ikki til, tá vit ikki síggja hann. So tann motiónin, sum onnur ofta fáa í gerandisdegnum, er ikki líka atkomilig hjá okkum við einum sjónsbreki, greiðir forsetin frá.
Hon vísir á, at tað eru nógvar heilsugóðar orsøkir til at gera ítrótt, tí tey, sum bera eitt sjónsbrek ofta hava torført við at hava eina góða kropsfatan.
- Tað er týdningarmikið, at man merkir gleðina um sítt egna likan og ikki bara í høvdinum. Ítróttur er sum tónleikur. Tað gevur gleði, vælveru, yvirskot og orku, sigur hon.
Menniskju, sum íðka ítrótt hava ein annan fyrimun í mun til tey, sum ikki gera. Tey kunnu seta sær eitt mál og síðani arbeiða móti tí. Hetta gevur teimum eisini betri sjálvsálit. Jannie Hammershøi heldur, at tað er serliga týdningarmikið hja teimum, sum bera eitt sjónbrek.
Jannie Hammershøi skal vera forseti í fýra ár afturat. Hon og nýggja nevndin eru longu farin til verka.
- Komandi fýra árini fara vit at seta í verk okkurt av tí, sum vit hava ment seinasta skeiðið. Talan er um eina fíggjarskipan, skrásetingarskipan og eina skipan at skipa fyri tiltøkum. Hetta fer at betra um gjøgnumskygni í mannagongdunum. Og so fari eg at stríðast fyri, at paralympisku ítróttargreinirnar framhaldandi vera á paralympiska programminum, sigur hon.
Umframt at passa forsetaembæti er Jannie Hammershøi í fulltíðarstarvi í danska Blindasamfelagnum og er partaeigari í myrkamatstovuni Dark Waiter í Keypmannahavn.
Jannie Hammershøi er fødd og uppvoksin í Føroyum. Hon býr nú í Hedehusene í Danmark.
Hon er 50 ára gomul, gift við Morten og tey eiga trý børn saman.
Hon er útbúgvin sosialráðgevi og arbeiðis sum regionsráðgevi í Danska Blindasamfelagnum, har hon eisini hevur ábyrgd av Føroyum.
Partaeigari í myrkamatstovuni Dark Waiter í Keypmannahavn.