info
Ongi úrslit

Føroyingur gevur teknirøð út í Kanada

13 ára gamli føroyingurin Thor Ulvedal Simonsen, sum býr í Kanada, hevur givið eina teknirøð út, ið hann sjálvur hevur teknað og lagt til rættis. Thor býr í Nunavut í Kanada, sum er tann norðari parturin, har upprunafólkið ella eskimoarar búgva<BR>

info
Stefan &iacute; Skorini
15. juni 2001 kl. 13:45
Teknirøðin hjá Thor ber heitið Paper Boy. Hon snýr seg um ein drong, ið ber bløð út í grannalagnum, og lív hansara. Thor hevur eitt gott hugflog, og hann dugir at finna uppá stuttligar røðir.
Teknirøðin er ikki ein samanhangandi søga, men er býtt í nógvar smáar røðir, ið spenna yvir eina hálva síðu ella so. Thor sigur, at hann onkuntíð fær íblástur frá sínum egna gerandisdegi og frá ymsum hendingum, hann sjálvur upplivir.
? Teknirøðin snýr seg um drongin og gerandisliga lív hansara. Eg tekni eisini um meg sjálvan onkuntíð, og um tær støður eg komi mær úti, ella um vinir mínar, sigur Thor.
Thor fór undir at gera teknirøðir fyri tveimum árum síðani, men hann hevur altíð fingist við at tekna. Nú hevur hann so givið sína fyrstu røð út. Hon er á enskum máli, men er merkt av kanadiskum vendingum.
Drongurin dylur ikki fyri, at hansara stóra fyrimynd á hesum økinum er Dúnaldur Dunna, sum Carl Barks hevur teknað.
Mangt bendir á, at teknirøðin er væl frágingin. Móðir Thor hevur sett seg í sambandi við Føroya Skúlabókagrunn, sum er áhugaður í at keypa teknirøðina til undirvísing í enskum á byrjunarstøði.
Nú Nunavat fekk heimastýri hevur landið eisini fingið ein sokallaðan løgmann. Hann eitur Paul Okalik, og hann hevur skrivað fororðið til teknirøðina hjá Thor. Løgmaðurin, Okalik, plagdi at ansa eftir Thor, tá hann var yngri.

Nunavat
Thor býr í Nunavut í Kanada.Hesin parturin av Kanada liggur har norðuri í landinum og er einar 2 milliónir ferkilometrar til víddar, men har búgvar bara 30.000 fólk í økinum. Nunavut er umleið ein fimtingur av øllum Kanada.
Nunavut hevur júst fingið heimastýri frá Kanada, og tí er tað ein spennandi tíð at búgva í økinum.
Thor er júst nú heima í Føroyum í frítíðini, men tey fara aftur til Nunavut skjótt. Tey búgva í høvuðsstaðnum, ið eitur Iqaluit, og har búgva eini 5.000 fólk.
Thor er sonur Rannva Erlingsdóttir Simonsen, ið er dóttir navnframa tannlæknan Erling Simonsen, sum í fleiri ár røkti tenn hjá skúlabørnum í Tórshavnar kommunu.
Rannvá er útbúgvin arkitekt og arbeiðir í hesum yrkinum. Harumframt fæst hon við design av kópaskinni og tílíkum. Um summarið plagar familjan at leiga út kajakkir til ferðafólk. Nú tey fara heimaftur skjótt verður hetta tað fyrsta tey fara undir.
Meðan Thor og mamman Rannva hava verið í Føroyum, hava tey sett seg í samband við Bókasøluna, og væntandi verður teknirøðin at fáast til keyps til heystar.
Teknirøðin er ikki bara væl teknað, men søgurnar eru eisini skemtiligar og beinraknar. Tær kunnu lesast av øllum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

3 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

4 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

4 tímar síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

5 tímar síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

5 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

5 tímar síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

6 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

6 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

7 tímar síðan