Sverri Hansen er valdur í búskaparráðið, sum grønlendski lanmdsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur valt. Sverri Hansen, sum er stjóri í Vestnordengrunninum, ið hevur sæti í Nuuk, er valdur í ta nýggja búskaparráðið, sum grønlendska landsstýrið hevur valt.
Palle Christiansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við Sermitsiak, at ráðið skal lata landsstýrinum metingar av búskaparstøðuni og veita landsstýrinum ráð í búskaparviðurskiftum.
Søren Bo Nielsen, professari, er formaður í ráðnum.