Føroyingur hitar sessin hjá krúnprinsinum

Seinasta leygardag vórðu danska Linda og hálvi føroyingurin Poul Hansen vígd í Vor Frue kirke í Keypmannahavn. Tað serstaka við tí er, at hetta var tað seinasta vígslan í kirkjuni, áðrenn Fríðrik krúnprins og Mary Donaldson. Fjølmiðlarnir gjørdu nógv burturúr vígsluni og enntá eitt avstralskt blað skrivaði um hana

Leygardagin varð tann seinasta vígslan hildin í Vor Frue Kirke undan krúnprinsabrúdleypinum í ovurmorgin. Seinasta parið at gifta seg vóru danska Linda og hálvi føroyingurin Poul Hansen.
Poul Hansen er sonur havnamannin Ingvald Hansen, og mamma hansara eitur Vivi Hansen og er donsk.
Abbi Poul æt Frits Hansen av Reyni í Havn og omma hansara Elisabeth Maria Kristina Joensen, ættað av Hvítanesi.
Henda seinasta vígslan í kirkjuni undan kongaligu vígsluni fór ikki stillisliga aftur við borðinum. Fjølmiðlarnir gjørdu nógv burturúr.
Eitt av bløðunum, sum gjørdi serliga nógv burturúr var BT. Í sunnudagsblaðnum er forsíðuávísing um nýgiftu hjúnini, sum hitaðu upp fyri krúnprinsaparinum. Og á baksíðuni stór grein og tvær myndir av vakra brúðarparinum.
Í BT stendur, at enntá, at ein avstralsk avís eisini var komin at dekka brúðarvígsluna, og tað hevði brúðarparið neyvan roknað við. Ei heldur, at fólk næstan ikki sluppu fram at at blaka rís eftir parinum, tá vígslan var av, fyri myndamonnum hjá teimum ymsu fjølmiðlunum.
Men tey bæði lukkuligu hjúnini lótu ikki til at hava nakað í móti tí, og tey stillaðu glað upp til myndatøku.

Nógv skemt
Við BT sigur brúðgómurin, at tey hava skemtað nógv við hesum, at tey eru tað seinasta brúðarparið undan sjálvum krúnprinsaparinum.
? Vit hava eitt nú tvætlað við, at vit kunnu bara lata okkara prýði standa, so at Mary og Fríðrikur kunnu lána tað, segði Poul Hansen við BT beint eftir vígsluna.
Tey bíløgdu kirkjuna í juni mánaði í fjør, eftir at Poul hevði lagt seg á knæ og fríggjað til Lindu. Sostatt var hetta langt framman undan trúlovingini hjá Fríðriki og Mary. Men so skjótt sum tíðindini bórust um teirra trúlovilsi, ringdi Poul til kirkjuna fyri at tryggja sær, at tey framvegis kundu verða vígd í henni.
Tey bæði siga við BT, at Vor Frue Kirke er ein ómetaliga vøkur kirkja at verða vígd í. Og BT skrivar, at Linda strálaði sum ein prinsessa, tá hon gekk fram eftir vakra gólvinum framman fyri teimum 70 gestunum, sum tó ikki rúgvaðu nógv upp í stóru kirkjuni. Øðrvísi verður tað helst fríggjadagin, tá øll 1.500 sitiplássini helst verða upptikin.
Eftir vígsluna koyrdi parið vekk í einum amerikanskum bili til Hotel Skjalmhvide, har brúðarveitslan varð hildin.
Og síðani leygardagin hevur kirkjan so verið stongd, meðan allar fyrireikingarnar til tað kongaliga brúdleypið ganga fyri seg.