List
Í Odense er latin upp í Gallerie Rasmus framsýning við føroyskum listamanni.
Tað er klaksvíkingurin Hanni Bjartalíð, ið sýnir fram málningar á lørifti og papír, umframt grafikk.
Umframt at mála arbeiðir Hanni Bjartalíð við myndum til eina føroyska barnabók. Ein krevjandi, men spennandi uppgáva, sum hann roknar við fer at ávirka hansara málningar í framtíðini.
Høvuðspersónarnir á myndunum kunnu vera alt frá dukkum og maskum til einglar, hundar, esil, kryplar og prins Charles.
Handlingin kann fevna um eina dagligdagsmynd ella ein maskeradenat í Klaksvík, har dagsins veruleiki verður blandaður saman við gátuføri ? eitt stað har alt kann henda.
Framsýningin byrjaði fríggjadagin 26. oktober, og møguleiki er at síggja málningarnar hjá Hanna Bjartalíð heilt fram til leygardagin 24. november.