- Nær fer verandi sáttmáli millum føroysku sjómanskirkjuna og donsku sjómanskirkjuna úr gildi? og eru samráðingar millum partarnar um at halda fram við samstarvinum?
Hesar spurningar vil Tórbjørn Jaocbsen, løgtingsmaður, hava Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum at svara á tingfundinum í dag.
Tórbjørn Jacobsen sigur eisini, at føroyski skattgjaldarin borgar fyri sjómansprestasvarvið, ið sambært verandi sáttmála er mannað í Hull í Bretlandi og spyr, um landsstýrismaðurin, sum umsitur játtanina, ætlar at skipa so fyri, at tað frameftir verður ein føroysku prestur, ið mannar starvið.
Løgtingsmaðurin vísir á, at sáttmáli um samstarv millum føroysku og donsku sjómanskirkjuna var gjørdur fyri fáum árum síðani.
- Talan er um eitt nýbrot, har føroyskur prestur skuldi sendast út í heim at virka, tó í skipanini hjá donsku sjómanskirkjuni, sigur hann.
Føroya Landsstýrið tók undir við málinum, og síðani hevur ein játtan verið tøk á fíggjarløgtingslógini til hetta endamálið.
- Tað varð hildið at vera ein sjálvfylgja, at ein føroyingur varð settur í starvið frá byrjan, men tað hendi ikki. Nakað av skriving hevur verið um málið í Sosialinum í seinastuni, og róð hevur verið framundir, at føroyska sjómanskirkjan og Mentamálastýrið ikki hava røkt føroysk áhugamál nóg væl, tá ið ein dani var settur í starvið hjá føroysku sjómanskirkjuni í Hull, vísir Tórbjørn Jacobsen á.
Hann vónar, at landsstýrismaðurin hevur eina meining um hetta málið, og væntandi fer hann at krevja av pørtunum, at játtanin, hann umsitur, verður brúkt til at seta ein føroying í hetta starvið, um so er, at samstarvið ímillum sjómanskirkjurnar báðar, yvirhøvur skal halda fram.