Føroyingur skorar og skorar

Lukasz Cieslewicz hevur skotið tvey mál í tveimum teimum seinastu dystinum hjá U20-liðnum hjá Brøndby. Fyri viku síðani skoraði hann tvey mál í vinardysti ímóti svenska Elfsborg, og í gjárakvøldið skoraði hann aftur tvey mál. Hesuferð í vinardysti ímóti besta liðnum hjá Kristianstad, sum Brøndby vann heili 5-0.

 

Adrian Cieslewicz, ið er beiggi Lukasz, spælir eisini fótbólt á høgum støði. Hann fekk herfyri sáttmála við enska Manchester City.