Føroyingur vann størsta vinningin

Danske Spil hevur gjørt upp árið fyri Lotto eydnuspæl. Føroyar eru við í uppgerðini og sigast má, at vit eru væl umboðaði í ár.

 

Tilsamans vórðu tað 10 spælarar, ið gjørdust millióningar av at spæla Lotto í ár. Teir flestu av teimum búgva í Keypmannahavn, men sambært yvirlitinum eru tað tveir føroyingar, ið hava vunni yvir milliónina í ár av at spæla Lotto.

 

Tað er eisini ein føroyingur, ið hevur vunnið higatil størsta vinningin í Lotto í 2016. Talan er um hepna vinnaran, sum í apríl mánaða vann 27.5 milliónir.

 

Seðilin var keyptur í FK í Hoyvík og talan er um størsta vinning, ið nakrantíð er vunnin í Føroyum. Talan er um 5. størsta vinning í Lotto nakrantíð. Størsti vinningur er frá 2008, tá ein heppin dani vann 38.5 milliónir.