Føroyingur við fullari ferð á Isle of Man

Ein av kendastu motorsúkklukappingum í heiminum er tann á Isle og Man. Og aftur í ár verður føroyski kappkoyrarin Terji Joensen við. Frá 18. til 30. august verða hann og mekanikarar á oynni, har tað tey seinastu 106 árini hevur verið koyrt kapp við bæði bilum og motursúkklum.

Terji Joensen luttók í fjør fyri fyrstu ferð við eini Yamaha R6, og tá var tað mest fyri at gera sær nakrar roynir. Málið er tí hægri í ár.

-Hesaferð eri eg á einari Honda CBR600, og míni mál eru at hava eina miðalferð uppá umleið 185 km/t, og at gjøgnumføra allar kappingarnar, sigur Terji Joensen og leggur afturat:

-At koyra race á TT Breytini er tað ultimativa. Tað er tann mest krevjandi og vandamiklasta kappkoyringarbreytin i heiminum, umleið 60 km til longdar. Har eru 260 sving og smalir vegir gjøgnum bygdir og býir, har ferðin nærkast teimun 300 km/t. Alt skal lærast uttanat. Allar kappingarnir á TT breytinini eru time-trials, tað merkir, at tað er einkultstartur við 10 sekundum ímillum hvønn einstakan, sum so koyrir eftir tí skjótastu tíðini.

Tú kanst lesa meira um Terja Joensen og hansara motorsúkklulív her:

www.t-racing.co.uk