Í dag kemur víkingaskipið Havhingsten til Dublin. Ferðin byrjaði í Thyborøn í Danmark, og manningin er vanliga eini 60 til 65 mans. Næsta ár siglir skipið úr Dublin til Roskilde, har skipið eisini er smíðað.
Føroyskur bátasmiður
Tað eru 4 ár síðani, at arbeiðið at smíða Havhingsten byrjaði, og ein føroyskur bátasmiður hevur verið við í serstøku verkætlanini. Tað er skúvoyingurin Hanus Jensen, sum sjálvur fimti hevur verið við til at smíða víkngaskipið, sum nú siglir á havleiðunum, har víkingaskip sigldu fyri 1000 árum síðani, og sum í dag kemur til Dublin.
Hanus Jensen sigur, at tað var fantastiska spennandi at smíða skipið, tí hetta er ørðvísi á so mangan hátt.
- Alt er hondgjørt og gjørt við amboðum, ið eru eftirgjørd eftir amboðum úr víkingatíðini, so sum øksir og annað. Vit hava sjálvir felt við í skóginum, tí serligur viður skuldi til. Alt er gjørt á gamlan hátt og t.d. eru borðini klovin við kílum, sigur Hanus Jensen, og nevnir hóp av byggitekniskum snildum, ið eru nýtt í arbeiðinum at eftirgera víkingaskipið.
- Borðini eru klinkað við jarnnaglum. Umleið 7000 jarnnaglar eru nýttir og umleið 1000 trænaglar, sigur Hanus.
Leggjast kann afturat, at 300 eikitrø skuldu til, fyri at byggja Havhingsten.
Fimm mans hava í 4 ár arbeitt við at smíða víkngaskipið Havhingsten. Arbeiðið byrjaði í 2004. Skipið er eftirgerð av leivdum av fimm víkingaskipum, sum funnin eru í fjørðinum í Roskilde.
- Skipið er gjørt eftir hesum skipum, men har vantaði sjálvsagt nógv, so vit hava roynt sum best. Skipið er 30 metrar langt, 3,80 metrar breitt og vigar 6 tons. Vit koyrdu 80 tons av høgguspønum burtur, tá liðugt var, sigur Hanus Jensen, og leggur afturat, at talan er um sera tungt arbeiði.
- Neyðugt er at hyggja at upprunatilfarinum. Øll amboð eru ikki til í dag, so vit hava roynt at finna fram til amboð, ið geva somu spor, sum upprunatilfarið hevur. Tá liðugt er, so skuldi sæð út, eins og upprunatilfarið, sigur Hanus Jensen.
Serstøk kensla
Hanus Jensen sigur, at tað var ein serstøk kensla, tá Havhingsten varð flotaður.
- Vit flotaðu skipið á nátt. Hetta varð náttina fyri, at Havhingsten alment skuldi flotast, og vit flotaðu og fluttu bátin hagar, ið almenna sýningin av bátinum skuldi fara fram (Thyborøn, blðm.), sigur Hanus Jensen.
- Tað var ein sertsøk kensla, og ein var sjálvsagt spentur uppá, um alt nú helt, og so framvegis, sigur Hanus Jensen.
Nýtt bátasnið
Hanus Jensen er í Føroyum kendur sum bátasmiður. Hann smíðaði bátin Dianu Victoriu, sum Ove Joensen á sinni róði til Danmarkar. Hann hevur eisini smíðað kappróðrarbátar, t.d. Jarnbard, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti.
- Eg fór niður í 1994, tá onki var at gera í Føroyum. Tá smíðaði eg kappróðrarbát til felagið í Ballerup, sigur Hanus Jensen.
Síðani arbeiddi hann á Middelaldercenteret í meira enn tvey ár, og arbeiddi eitt skifti eisini í Týskaandi, og síðani kom hann til Roskilde.
Hanus Jensen er fastur maður í bátasmiðjuni hjá Roskilde Museum.
- Eg havi í vetur smíðað ein seksæring, og havi eisini fingist við at smíða eitt nýtt bátasnið. Sniðið hevur støðið í føroyskum báti, men sniðið er annars nýtt. Hollendingar royna bátin í løtuni og skulu taka støðu til, um teir vilja framleiða hann. Ætlandi skal tilfarið vera alumininum. Hetta er bátur, sum bæði er til sigling og rógving, og hann skal vera lættur at hava við sær, t.d. á biltekjuni, sigur Hanus Jensen.
Hanua Jensen er ikki við í Dublin, nú Havhingsten kemur til staðin, tí onkur skal ansa verkstaði og savnshandli í Roskilde. Men Hanus gleðir seg, til Havhingsten kemur til Roskilde næsta ár, so hann sleppur at síggja stásiliga farið aftur.
Fakta:
Skipanavn; Havhingsten
Eisini nevnt Havhingsten fra Glendallogh.
Hetta er størsta eftirgerð av víkingaskipi, ið nakrantíð er gjørd.
Upprunaskipið er bygt í Dublin í 1042 og fleiri ár seinni siglt til Danmarkar, har tað varð søkt, saman við fleiri øðrum skipum, fyri at byrgja fyri eini siglirennu í fjørðinum í Roskilde, so fíggindar ikki sluppu inn í fjørðin.
Danska Tjóðarsavnið stóð fyri útgrevstrinum av skipinum í 1962 og var hetta liður í fyrsta fornfrøðiliga útgrevstrinum undir vatni í Danmark.
Endamálið við eftirgerðini og siglingini er at royna skipið viðvíkjandi sjódygd og ferð á teimum leiðum, har víkingaskipini upprunaliga sigldu.
Tuborgfondurin stuðlaði verkætlanini. Frederik Krúnprinsur er protektor fyri siglingarætlanini.
Keldur; Hanus Jensen (samrøða).
National Geographic, Danmark, nr.8, 2007.
www.vikingeskibsmuseet.dk
Myndasavnið á Sosialinum (Jan Muller)