Føroyingar hava nú fingið ein nýggjan millióning.
Tað er nevniliga ein heppin vinnari í Føroyum, sum hevur vunnið tann stóra vinningini í lotto hesa ferð.
Tey siga, at tað er ein lottoseðil, sum er keyptur í FK í Hoyvík, sum hesa ferð hevur vunnið tann stóra vinningin, sum er 27.425.349 krónur, sum er tað, upphæddin er vaksin til hesar seinastu fýra vikurnar og seðilin við teimum sjey røttu tølunum, er altso seldur í FK í Hoyvík.
Í Danske Spil siga tey, at vinnarin hevur ikki gjørt vart við seg enn, so enn er óvist um hann yvirhøvur veit av, at hann er vorðin fleirmillióningur frá degi til dags. So tey, sum hava keypt lottoseðil frá FK í Hoyvík, skulu kanska seta seg at kanna seðilin.