Ein av fremstu serfrøðingunum innan alduorku, Tom Thorpe frá Oxford Oceanic, kemur til Føroya at røða um alduorku týsdagin. Alduorkuserfrøðingurin, Tom Thorpe frá Oxford Oceanic, kemur nú til Føroya at røða um alduorku. Á kunningarfundinum, sum verður í Norðurlandahúsinum týsdagin, luttekur eisini menningarleiðarin George Laird frá amerikonsku fyritøkuni Dresser-Rand, umframt Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV.
Tom Thorpe fer á Føroyaferð síni at samanbera ymisk sløg av alduorku. Ætlaða alduorkuverkið hjá SeWave verður eisini umrøtt. Hann hevur gjørt fleiri greiningar og frágreiðingar um aldu- og streymorku, eitt nú fyri enska Carbon Trust, og júst nú ger hann eina støðumeting um alduorku fyri World Energy Council.
Eisini fer George Laird, sum er menningarleiðari hjá amerikonsku stórfyritøkuni Dresser-Rand, at greiða frá tí turbinuloysn, sum ætlanin er at brúka í føroyska alduorkuverkinum.
SeWave skipar fyri kunningarfundinum, sum verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 9. februar frá kl. 14 til 17. Fundarmálið er enskt, luttøkan ókeypis, men neyðugt er at tekna til á heimasíðuni www.sewave.fo. Har stendur eisini meira at lesa um tiltakið.