Nú fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, at seta ein arbeiðsbólk, sum skal kanna spurningin, um føroysk skúlabørn skulu fara í skúla eitt ár fyrr enn enn nú, ella seks ára gomul.
Tað skrivar Skúlablaðið í morgun.
Tað hevur leingi verið ætlanin at seta hendan arbeiðsbólkin, men tað hevur drigið út.
- Vit hava gjørt ymsar fyrireikingar at manna arbeiðsbólkin, tað hevur ikki gingið so skjótt, men nú fara vit at seta ferð á og rokna vit, at hann er settur um stutta tíð, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Hann heldur eisini, at arbeiðsbólkurin skal arbeiða skjótt.
Hann vil ikki siga, hvørjir fakbólkar fara at manna arbeiðsbólkin, men hann heldur at tað er nátúrligt, at bæði lærarar vera við í bólkinum og pedagogar, sum hava ábyrgdina av børnum undir skúlaaldri.