Føroysk byggivinna komin til eina rundkoyring ella eitt vegamót? Tann mentala blokeringin.

Byggivinnan má metast sum ein serføroysk vinna. Allar tær føroysku fyritøkurnar hava næstan allan sín umsetning frá heimamarknaðinum

Hettar kann tykjast løgið, men um ein hyggur nærri at hesum fyribrygdi, er tað kanska ikki so løgið kortini.

Fyri at kunna reka eina byggifyritøku í dag krevst útbúgving sum t. d. verkfrøðingur, byggifrøðingur o.l.

Fyri at nema hesar útbúgvingar mugu okur av landinum. Til Danmarkar, gongur leiðin vanliga.

Sum øllum kunnugt koma mong av hesum aldrin heimaftur. Men tey sum koma, hava øll eina vón um, at nú skulu tey endiliga heim til Føroyar at seta búgv, stifta familju og annars gera sítt til, at menningin av okra kæra heimlandi, kann halda áfram.

Hesa vón hevði/hava eisini okur sum fingið útbúgving innan byggivinnuna.

Hugurin var innstillaður upp á at skapa eitt lív saman við familjuni í Føroyum.

Tí er tað mín persónliga áskoðan, at orsøkin til, at tann føroyska byggivinnan er ein serføroysk vinna burturav, skal finnast í teirri mentalu innstillingini hjá okkum føroyingum.

Okur eru mentalt komnir heim fyri at vera. Okur vilja ikki burtur frá Føroyum, men ynskja bert at liva og virka her. Tað er her broyting má koma í, um føroyskar byggifyritøkur skulu halda áfram, at mennast.

Føroysk byggileiðsla hevur nomið sær útbúgving í Danmark.

Donsk byggifeløg hava allan heimin sum marknað. So tað kann ikki sigast, at okur her heima ikki hava nomið okkum tann rætta førleikan fyri at kunna gera okkum galdandi á tí útlendska marknaðinum.

Hettar hava danir prógvað fyri okkum, hvat ið ein donsk útbúgving kann nýtast til.

 

Fíggjarkreppan og byggivinnan

Seint á heystið 2008 kom henda kreppa til Norðurlond, og harvið eisini til Føroyar.

Í Føroyum hevur henda kreppa viðført, at nógv fólk innan byggivinnuna eru vorðin arbeiðsleys.

Byggiharrar sum t. d. Tórshavnar Kommuna, hava fingið fíggjarligar trupulleikar, orsakað av teirra nógvu byggiverkætlanunum.

Stór byggiætlan sum t.d Skúlin á Argjum, er ikki veruliga byrjaður enn.

Sáttmáli hevur bíðað eftir undirskrift í fleri mánaðir. Orsøkin sigst vera væntandi fígging.

Hetta er ikki nakað eindømi í dag, men tey fíggjarligu útlitini fyri Føroyar, eru vorðin meira døpur, og tað er skylda hjá okra fólkavaldu, at endurskoða framtíðarætlanir.

Hettar kemur et merkja afturgongd fyri byggivinnuna, og fer arbeiðsloysi óiva at vaksa nógv í 2009.

Fyri at tolma hesari afturgongd, hava okra grannalond (undantikið Ísland ) ætlanir um at seta sokallaðar Vakstrarpakkar í umfar.

Noreg hevur longu framt ein vakstrarpakka fyri áleið 20 mia.nkr.

Danmark fer væntandi seinni í vár at samtykja ein pakka á umleið 16 mia.d.kr.

Hvat gera føroyskir politikkarir

Fer ætlanin hjá fíggjarnevndini at seta pening í umfar, javnt kring landið, at hjálpa til, at halda føroyingar í arbeiði í 2009?

Kann tað at skriva ein sáttmála við íslendska byggifyritøku uppá 27 mio. kr, sigast at vera við til, at halda føroyingar á arbeiðsmarknaðinum?

Kann ætlanin, um at skriva ein sáttmála áðrenn 1. mars við TG-Verk, um ger av Ellis og røktarheimið og Økisdepli fyri sinnisveik í Vági, á umleið 57 mio. kr, metast at vera við til at halda føroyingar á arbeiðsmarknaðinum?

Hetta eru arbeiði fyri 84 mio.kr, sum tað almenna Føroyar sendir av landinum, longu við ársbyrjan 2009.

Hvussu man restin av árinum fara at hilnast? Væntandi aðrar 200-300 mio.kr sendar av landinum seinni í 2009?

Almennu Føroyar, land og kommunur, siga seg spara pening á henda hátt.

Álvaratos, hevur almennu Føroyar ongan samfelagsbúskaparfrøðing í starvi?

At almennu Føroyar flyta 84 mio. kr beinleiðis av landinum, kemur at svara til, at okur hava góðtikið, tað samfelagsliga nógv dýrasta tilboðið fyri Føroyar.

Hetta má Sigurd Poulsen, ella Herman Oskarson, kunna staðfesta, um okkurt fjølmiðlafólk tímir, at spyrja teir!

Hvussu sær handilsjavnvágin millum Føroyar og Ísland út, anno 2009.

Hvussu munna útlitini verða næstu árini?

Væntandi eitt stórt undirskot fyri Føroyar, á handilsjavnvágini við Ísland.

Kann Føroyar klára hettar handilsundirskot, uttan at arbeiðsloysi fer at vaksa, í Føroyum?

Føroyar hava samtykt at hjálpa okra granna. Men fer Føroya Landstýri at hjálpa sínum egnu borgarum, sum fara at gerast arbeiðsleysir, orsakað av tí førda politikki her heima???

Ella skal tað verða, sum í 1992, hvør man klára seg sjálvan sum frægast?

Tað er eitt sterkt land, sum megnar at hjálpa borgarum í einum øðrum landi, men tað er samstundis eitt vánaligt land, sum ikki klárar, at útvega arbeiði til sínar egnu borgarar og fyritøkur.

Tað er upptil okra fólkavaldu at skapa karmar fyri, hvat slag av samfelag, okur skulu hava í Føroyum.

Skal ein ávísur vinnubólkur, gjalda rokningina fyri, at Føroyar skulu hjálpa grannalandinum, ella vil Føroya Landstýri skipa fyri at smíða karmar, sum kunna tryggja at føroyskar fyritøkur og føroyingar, kunnu sleppa undan hesi rokning - arbeiðsloysi og húsagangi.

Føroysk byggivinna á einum vegamóti.

Tíðin er komin til, at føroyskar byggifyritøkur mugu fáa etablerað virksemi í okra grannalondum. Hetta mugu tær hava hjálp til, frá Vinnumálaráðnum, fíggjarveitarum, íløgufeløgum, Framtaksgrunninum, Vinnuhúsinum v.m.

Løtan tykist vera tann rætta at gera hettar, nú í okur síggja niðurgongd herheima. Samstundis sum okra grannalond, samtykkja Vakstrarpakkar fyri milliardir av krónum.

Vónandi er onkur lesari av hesi grein, sum kann taka stig til, at fremja mína áheitan í verki.

Um ongin tykist vera, vil eg hervið heita á Føroya Løgmann, um at taka stig til ætlanina.

Ein vinna má hava vón og áræði, umframt framskygni. Sum altíð má borga fyri teirri gleði til skapan, sum tað at kunna byggja altíð vil vera.

Verandi vinna tykist vónleys, stuttskygd og uttan evnini til at finna eina kós, burturúr verandi støðu.

Henda kann ikki halda fram, og hettar kann Føroyar ikki liva við.

Við vón um broyting, Føroya landi og føroyskari byggivinnu at frama.