Føroysk byrusfólk góðkennast í ES

VÁPNALOYVI Nú ætlanin er at krevja, at øll, sum skjóta við byrsu í Føroyum, skulu á skeið og hava serstakt vápnaloyvi, er ætlanin at fáa ES at góðkenna tað føroyska loyvið

Føroysk byrsufólk skulu eisini hava góðkenning í ES.
Tað ætlar Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Sum vit vístu á í Sosialinum nakað síðani arbeiðir hann fyri at herða føroysku vápnalógina.
Í hesum sambandi er ætlanin, at hereftir skal ongin sleppa at keypa eina byrsu, fyrrenn viðkomandi hevur verið á skeið í vápnabrúki.
Síðani skal viðkomandi hava eitt serstakt vápnaloyvi frá fútanum og tástaðni kunnu tey fara í ein handil at keypa sær byrsu.
Somuleiðis skulu tey, sum longu eiga byrsu, eisini á skeið og tey skulu somuleiðis hava vápnaloyvi frá fútanum.
Tey fáa eina skiftistíð á eitt ella tvey ár at fáa síni viðurskifti í rættlag.
Ætlanin hjá landsstýrismanninum hevur vakt miklan ans.
- Hetta er eitt mál, sum vísir seg at fylla øgiliga nógv hjá fólki, tí eg havi ongantíð í mínum politiska lívi fingið so nógvar viðmerkingar til eitt mál, eg havi arbeitt við, sigur Kári P. Højgaard.
Men hann sigur, at viðmerkingarnar eru bæði frá fólki, sum ikki vilja vita av slíkum ”fjasi” og so eru tað eisini mong, sum taka undir við, at viðurskiftini á hesum øki verða betri skipað.
Tað eru serliga nøkur ávís viðurskifti, sum hava vakt ans hjá fólki.
Eitt er, at fólk, sum longu eiga byrsu og eru royndir skjúttar, eisini skulu á skeið og hava vápnaloyvi.
Ein annars spurningur, er, at vápnaloyvi skal endurnýggjast fimta hvørt ár og ein triði spurningur er, at tað føroyska vápnaloyvi eigur at hava altjóða góðkenning.
Kári P Højgaard fegnast um, at fólk hava áhugað í málinum.
Hann hevur sent tað til hoyringar víða hvar, men kortini eru mong, sum harmast um, at ikki júst tey hava fingið uppskotið til hoyringar.
- Ein trupulleiki er, at harufeløg, og onnur feløg, eru ikki skrásett og tískil hava tey ikki fingið ætlanina til hoyringar, sigur hann.
Kortini leggur hann dent á, at øll eru vælkomin at siga sína hugsan, eisini tey, sum ikki formliga hava fingið ætlanina til hoyringar.
- Tað er bara at skriva til innlendismálaráðið, har uppskotið eisini liggur á heimasíðuni.

Kári P. Højgaard er framvegis samdur um, at vit eiga at fáa skipað viðurskifti á hesum øki, sum hann kallar tað.
Hann er sannførdur um, at tað eru fólk flest samd við honum í.
- Tað er eisini galdandi í londunum rundan um okkum, at tað krevst ein ávísur førleiki, áðrenn ein kann ogna sær vápn.
Hann kallar tær broytingar, hann ætlar at gera fyri bara eina lítla dagføring av vápnalógini.
Hinvegin skilji er ein part av atfinningunum, viðgongur hann.
Hann heldur framvegis, at tað er rætt, at tað er rætt, at tann, sum keypir byrsu, skal hava eitt loyvi.
Men spurningurin er, hvussu rætt tað er at krevja, at fólk, sum hava brúkt byrsu í áravís, skulu noyðast á skeið.
Í hesum sambandi heldur hann, at tað kanska var rættari at siga, at seta eitt aldursmark á.
Tað hevur eisini ligið í ætlanini, at vápnaloyvið skal endurnýggjast fimta hvørt ár og tað er ein áseting, landsstýrismaðurin ivast í.

Men eitt, Kári P. Højgaard sigur, at hann fer at miðja eftir, at tað føroyska byrsuskeiðið og vápnaloyvi, verður góðkent í ES.
- Verður okkara føroyska vápnaloyvið góðkent í ES, kunnu føroyingar vera við í skjótikappingin og veiðiferðum í ES londum, uttan onnur loyvi.
Kári P. Højgaard heldur, at júst hetta kann eggja føroyingum at fara á byrsuskeið.
Hinvegin vísir hann eisini á, at uttanlands verður nógv skotið við riflu, men tað er ikki ætlanin, at føroyska vápnaloyvi skal umfata riflur, men bara høglbyrsu.

Bara ein lítil partur
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at byrsuskeiðið, sum ætlanin er at seta í verk í Føroyum, er bara ein viðfáningur aftur ímóti tí, sum krevst í øðrum londum.

Í Danmark krevst eisini skeið og prógv fyri at sleppa at veiða og so vítt, vit hava fingið upplýst, kostar eitt slíkt prógv yvir 4000 krónur Danmark.

Tað er eitt skeið, sum varar í fleiri dagar og har tann, sum skal hava prógv, skal hava kunnleika til veiðilógina, eins og viðkomandi skal kenna fugl og dýr, bæði hvussu tey síggja út og og til tann lívfrøðiliga partin.
Viðkomandi skal eisini læra um ymsar veiðihættir og amboð, umframt at skeiðið eisini umfatar veiðietikk, hvussu leitað verður eftir dýrum.
Ein týðandi partur av skeiðnum er eisini at skjóta, at handfara vápn, bæði tá ið gingið verður og tá ið skotið verður.
Í hesum sambandi er eisini undirvísing í, hvussu ein metir um frástøðuna til tað, skotið verður eftir.

Skeiðið, sum ætlanin er at seta í verk í Føroyum, varar í átta tímar, har seks tímar eru í ymsari ástøði og tveir tímar í skjóting á skjótibreyt.