Gransking
Seinastu árini hevur nógv verið tosað um fiskivinnugransking í Føroyum, og undir valstríðnum var hetta eitt av málunum, ið flestu politisku flokkar vildu gera til eitt av sínum skjaldramerkjum. At vit eru farin at varpa ljós á vinnugransking, er í fyrsta lagi okkara vinnu fyri at takka. Krøvini til okkara framleiðslu økjast alsamt og hugtøk sum sporføri og skynsemi í veiði, gerast meira og meira avgerandi fyri, um altjóða samfelagið skal keypa okkara framleiðslu. Kappingin um at sleppa at selja framleiðsluna, herðist alla tíðina, samstundis sum fleiri og fleiri eru um at skapa útboðið og nøkta eftirspurningin á heimsmarknaðinum.
Hol sett á
Nú er so hol sett á fiskivinnugranskingina í Føroyum. Fiskimálaráðið hevur stovnsett tríggjar sonevndar granskingarkjarnar: Ein innan lívfrøði/ evnafrøði, ein innan fiskitøkni/ reiðskapstøkni og ein innan virkingartøkni. Hesir granskingarkjarnarnir eru farin í holt við sítt granskingarvirksemi.
Ásmundur Guðjónsson hevur vegna Fiskimálaráðið verið samskipari av verkætlanini.
Hann sigur, at dentur verður lagdur á, at granskingin verður á altjóða støði, soleiðis at úrslit av granskingini verða kunngjørd í altjóða vísindaligum tíðarritum. Somuleiðis verður eitt netverk bygt upp við granskarar í øðrum londum.
- Dentur verður eisini lagdur á, at granskingin verður viðkomandi fyri føroyska fiskivinnu. Tí er vinnan við til at leggja ætlaninar fyri granskingarkjarnarnar.
Samskiparin sigur, at málið er, at granskingarførleikin, sum verður bygdur upp, verður vinnuni at gagni.
Fiskimálaráðið hevur játtað 3,8 milj. krónur til granskingarvirksemi í 2004. Ein onnur játtan, sum partvís eisini verður tengd at verkætlanini, er játtanin til fiskivinnuroyndir, sum er slakar 8 milj. krónur
- Granskingin verður bygd á tað virksemi, sum longu finst, og vinnan verður ein týðandi partur av tilrættaleggingini.
Ásmundur segði, at um eini 3-5 ár verður verkætlanin eftirmett, og tá verður eitt álit skrivað til Fiskimálaráðið.
- Vit mugu ikki goyma, at gransking er ein langtíðaríløga. Hetta er sum at grundleggja ein urtagarð, segði samskiparin.
Granskingarleiðarar
Í tíðindafundi týsmorgunin varð greitt frá hugskotinum aftanfyri verkætlaninaum.
Teir, ið eru settir at verða kjarnuleiðarar, greiddu frá, hvussu stungið er út í kortið.
At enda greiddi ein vinnugranskari frá, hvat hann tekst við í sínum granskingararbeiði.
Hóraldur Joensen, Dr. Scient, er settur at leiða tann partin, sum eitur biotøkni. Hann hevur skrivstovu á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Endamálið við hesum partinum er at fremja evnafrøðiliga og lívtøkniliga gransking í evnum, sum eru viðkomandi og mennandi fyri føroyska fiskivinnu og samfelagið alt. Somuleiðis verður luttikið í føroyskum eins væl og altjóða granskingarverkætlanum.
Bjarti Thomsen, sivilverkfrøðingur, eru settur at leiða tann partin, sum fevnir um veiðI-og reiðskapstøkni.
- Her er málið at fremja viðkomandi og álítandi gransking innan veiðI-og reiðskapstøkni, sum skal verða við til at gera føroyska fiskivinnu meira framkomna og effektiva. Við hesum verður vinnan eisini meira lønandi og kappingarfør. Vit fara tí at menna verandi og nýggjar veiðihættir í tøttum samstarvi við vinnuna og við luttøku í altjóða samstarvi.
Helgi Nolsøe, sivilverkfrøðingur, er settur at taka sær av framleiðslutøkni.
- Kjarnin fyri framleiðslutøkni arbeiðir við gransking og menning av framleiðslutøkni innan virking av fiski.
Eisini hesin partur snýr seg um at verða við í føroyskum og altjóða granskingarverkætlanum.
At enda á tíðindafundinum greiddi vinnugranskarin, Oluf Færø, Cand Sient, sum starvast hjá JFK, um KT innan vinnuna.
Hann tosaði serliga um sporføri og hvønn týdning, tað hevur, at keyparin kennir upprunan ? frá byrjan til enda ? á teirri vøru, hann keypir.