Um einar tíggju dagar verður nýggj fløga givin út, sum er eyðkend av, at allir tekstirnir og øll løgini eru uppruna føroysk.
Tað er 11 ára gamla Maria á Lakjuni, sum syngur allar tólv sangirnar. Í dag er næsta staklagið komið. Tað eitur Sum eitt summar. Orðini hevur pápi Mariu, Eyðun á Lakjuni, skrivað, og lagið hevur hann gjørt saman við Niclasi Johannesen, ið hevur produserað fløguna.
Fløgan kemur út umleið 20. juli. Heitið á henni er "Vøkur er verðin".
Umframt løg, sum Eyðun á Lakjuni hevur skrivað, eru løg hjá Niclasi Johannesen, Øssuri Berghamar, Jógvani á Lakjuni og Jens Guttesen, sum er langabbi Mariu.
Tekstirnir eru eisini allir uppruna føroyskir. Teir eru skrivaðir av Mikkjali á Ryggi, Ismari Joensen, Hilmari Petersen, Niclasi Johannesen, Øssuri Berghamar, Peturi W. Háberg, Hans Andreasi Djurhuus, Frits Johannesen og Eyðuni á Lakjuni.
Niðanfyri ber til at síggja sjónbandalagið til sangin "Sum eitt summar", sum í dag er vorðið alment.