Føroysk flogvinna í innanhýsis stríði

Føroysk flogvinna hevur eitt á virði á 500 mió. kr. árliga, men ongin greiður politikkur er á flogøkinum í Føroyum, tí Vága Floghavn og Atlantic Airways arbeiða fyri hvør sínum áhugamálum. Nú Vága Floghavn fegnast um at leggja asfalt til SAS, verður føroyska flogfelagið sett undir stórt trýst 

Summi stúra og onnur fegnast, nú SAS hevur boðað frá, at felagið fer í frontalt álop á føroyska felagið á Keypmannahavnar-leiðini.

SAS er ikki hissini kappingarneyti at fáa, tí SAS er eitt risastórt felag, sum fær góðan stuðul frá skandinavisku stjórnunum og stórum íleggjarum í eitt nú Svøríki. Fyri fáum árum síðani tryggjaðu tey felagnum fíggjarligt grundarlag, tá húsagangur hótti, og eitt nú danska stjórnin setir stórt álit á SAS sum garant fyri, at Keypmannahavn framhaldandi verður stórur og sterkur miðdepil fyri flogferðslu í Norðurlondum.

Hóast talan ikki er um eitt lágprísfelag, so hevur felagið verið gjøgnum fleri saneringar síðstu árini og fingið búskparliga luft, síðan oljuprísurin fall.

Samstarvað í 28 ár

Men tað eru ikki bara hesi viðurskiftini, sum fáa bæði meg og onnur at seta knyklar í brýr, tí SAS og Atlantsflog hava virkað saman í góðum samstarvi øll árini, síðan føroyska felagið fór á flog. Hvønn einasta dag í góð 28 ár hava SAS og Atlantsflog samstarvað um at avgreiða, innskriva og ikki minst flyta ferðafólk víðari út í heim. Bonusskipanir hava feløgini eisini samstarvað um.

Tá onkur herfyri helt, at tað var umráðandi, at kappingarmyndugleikarnir nú vera á varðhaldi, kann eg bara geva viðkomandi rætt, tí SAS hevur nógvar tangentar at spæla uppá, sum kunnu gera føroyska felagnum lívið súrt.

Hinvegin eru sjálvandi fyrimunir fyri ferðafólkini, at fleiri kappast um teirra ferðahug. Tað veksur um útboðið av fráferðum og kapasiteti og elvir uttan iva eisini til, at uppaftur størri fokus verður sett á at tæna ferðafólkunum sum best.

SAS hevur eitt stórt sølu- og distributiónsnet, so leggur felagið seg í seðlarnar, kann tað uttan iva eisini røkka nýggjum marknaðum fyri turismu.

Millum tey fegnastu um nýggju kappingina eru umboðini fyri Vága Floghavn, sum fekk eitt gjøgnumbrot og kundi vísa á, at onkur annar enn Atlantsflog eisini vildi brúka flogvøllin í Sørvági. Eisini landsstýrismaðurin fyri samferðslu møtti upp á tíðindafundi hjá SAS at siga tíðindafólki frá, hvussu fegin hann var um nýggja átakið.

Hálv milliard í floginntøkum

Sjálvur eri eg ovfarin av broyttu kósini hjá SAS, tí tað var ikki gamalt hjá felagnum at fara beint í krovið á teimum, sum tað hevur samstarvað væl saman við, og so yvirhøvur ikki á eini farleið, sum hevur óreglusemi við sær orsakað av veðri.

Rokni kortini við, at Atlantsflog fer at eiga munin á SAS operationelt, tí felagið er innrættað og at kalla topptunað til Føroya-flúgvingina.

Mín stúran liggur meiri á tí politiska økinum, tí eg haldi, at okkum í Føroyum tørvar eina greiða kós í flogferðslupolitikki. Sambandið við umheimin og inntøkurnar frá flogvinnu eru týðandi partar av búskapinum og hava tí uppiborið eina seriøsa politiska viðgerð.

Evropeiska samveldið varpar ljós á flogivnnu í ár, og í tí sambandinum hava fleiri lond sett í verk greiningararbeiði til tess at skapa bestu umstøður fyri egnar flogvinnur. Í Danmark fer Hans Christian Schmidt, ferðslumálaráðharri, at leggja fram eina ætlan til politiska viðgerð í januar. Snúningsásin í ætlanini verður flogvøllurin í Keypmannhavn og SAS. Frágreiðingin fer at koma við tilmælum um, hvussu ruddast kann slóð fyri at vaksa um ferðasambandið og búskaparvøksturin, sum stavar frá flogvinnuni. Í Danmark.

Lóggávumyndugleikin á loftferðsluøkinum er danskur og ikki føroyskur, og tí havi eg sum fólkatingsmaður tikið stig til at fáa gjørda eina greining, sum staðfestir hvønn búskaparligan týdning føroysk flogferðsla hevur.

Greiningin vísir, at íkastið frá føroyskari flogvinnu til tjóðarbúskapin liggur um eina hálva milliard krónur árliga. Í prosentum er hetta 2,9 prosent av BTÚ og tað næsthægsta íkastið í Norðurlondum. Einans Ísland liggur omanfyri, har flogvinnan stendur fyri 3,7 prosentum av BTÚ, meðan talið í Danmark er 2,4 prosent.

Atlantic Airways og Vága Floghavn

Í Føroyum hava vit tvey sentral feløg, sum fáast við flogferðslu. Annað er flogfelagið Atlantic Airways, sum løgtingið fyri stuttum gjørdi av at tjóðartaka aftur, og hitt er Vága floghavn, sum landið valdi at skipa í partafelag, tá flogvøllurin varð yvirtikin fyri eini tíggju árum síðan.

Hesi bæði feløgini hava hvørt sær gjørt stórar íløgur í bæði flogfør og flogvøll. Atlantsflog skal rinda sínar íløgur aftur við inntøkum frá flogvirksemi, meðan størsti parturin av íløguni hjá flogvøllinum varð goldin við eini niðurkapitalisering av Íleggingargrunninum.

Ongin ivi er um, at lagið er betur á Jákup Sverra Kass í hesum døgum enn á Johonnu á Bergi, tí hann hevur fingið ein kunda aftrat, meðan hon hevur fingið ein kappingarneyta. Fyri flogvøllin er tað ein fongur, um kappingin elvir til ein vøkstur í ferðafólkatalinum, og SAS rindar líka nógv fyri sínar tænastur sum føroyska felagið.

Fyri flogfelagið er tað sjálvandi ein missur, um ferðafólkini fækka á farleiðini.

Hóast tann einstaki ferðandi fær fyrimun av kappingini, er tað ikki vist, at fongurin verður so stórur fyri landsbúskapin, tí arbeiðsplássini og virksemið, sum knýtir seg at flogvinnuni, flyta við flogfelagnum, sum fær ferðafólkini. Og nógv tann størsti parturin av búskaparliga íkastinum frá flogvinnuni í dag kemur frá Atlantic Airways, tí har starvast úti við 200 fólk.

Mugu seta greið mál

Sjálvandi skal føroysk flogvinna tola kapping, men umráðandi er, at vit í Føroyum skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri at menna og vaksa um føroyska flogvinnu, tí har fáa vit størstu virðisøkingina. Bara at leggja asfalt til útlendskar operatørar kann skjótt gerast ein sorgarsøga fyri bæði føroysku flogvinnuna og í longdini eisini ferðasambandið úteftir, tí garanturin fyri kapping og framburði á økinum er ein væl útborin føroysk flogvinna.

Almenni myndugleikin hevur skyldu at greina, hvønn týdning flogvinna hevur í Føroyum í dag, hvørjir vakstrarmøguleikar eru, og so seta út í kortið, hvørjir karmar skulu skapast, so vit fáa sum mest burturúr. Hetta skal sjálvandi gerast á einum grundarlag, sum hevur til endamáls at byggja land í Føroyum.

Eitt av málunum má vera at tryggja javnar kappingartreytir fyri føroysk og útlendsk flogfeløg, og at Føroyar fara upp í evropeiska loftferðslusamstarvið, so føroysk feløg kunnu kappast á jøvnum føti við onnur feløg bæði í Norðurlondum og Evropa annars.

Tað eigur at liggja væl fyri at fáa nógv burturúr einum góðum samstarvi og dyggari samskipan millum flogvøllin, flogfelagið og Visit Faroe Islands, sum jú øll eru á almennum hondum.

Kósina og karmarnar fyri føroyska flogvinnu mugu vit sjálv seta. Tann uppgávan kann ikki lutast út til onnur, sum ikki taka lut í ella hava hjarta fyri samfelagsmenningini í Føroyum. Og eiga vit ikki førleikarnar, mugu vit menna teir, eins og vit gjørdu við flogmonnum og mekanikarum, tá vit byrjaðu flúgving á føroyskum veingjum.