Føroysk fráflyting á breddan á DR

Í dag klokkan 15.15 varpar DR2 ljós á fólkafráflytingina úr Føroyum. Høgni Reistrup, sum saman við Hera á Rógvi ritstjórnaði bókina Exit Føroyar, verður í sjónvarpsstovuni. Har fer hann at tosa um fráflytingina.

Prátið fer eisini at snúgva seg um, at bara fólkið í Føroyum kann fremja tær broytingar, sum fáa kvinnurnar at trívast í egnum landi, og um týdningin av fleiri útbúgvingarmøguleikum í Føroyum.

Høgni Reistrup og Heri á Rógvi luttóku eisini á fundi hjá Føroyanevndini á Christiansborg í gjár, har teir høvdu eitt upplegg, sum tók útgangsstøði í bókini Exit Føroyar.

Og í dag verður Høgni so gestur í sendingini DR2 Dagen, har Jakob Illeborg og Frederikke Ingemann eru vertir.

Mynd: Høgni Reistrup (v.m) her saman við Hera á Rógvi verður at síggja á DR2 í dag (Mynd: edmundjoensen.fo)