- Tørvur er á enn størri neyðhjálp, sigur Suni Vinther, formaður í føroysku deildini av Reyða Krossi.
Tey í felagsskapinum hava fylgt væl við gongdini eftir jarðskjálvtan fyri sløkum trimum vikum síðani, sum legði eitt stórt øki oyðið.
Frá føroyskari síðu hevur ein higartil sent 50.000 kr. til arbeiðið eftir jarðskjálvtan, men ein ynskir framvegis at stuðla við enn meiri peningi.
- Á fundi fyrr í vikuni avgjørdu vit tí at játta 100.000 kr. aftrat til Indonesien.
- Saman við tí, sum landsstýrið hevur sent, hava føroyingar higartil sent 250.000 kr., sigur Suni.
Hetta er so tað sum Reyði Krossur sjálvur hevur sent. Tann vanligi føroyingur hevur eisini verið íðin at stuðla.
Ein innsavning umvegis giro og peningastovnarnar hevur higartil givið 30.000 kr., umframt tað sum fólk hava latið við at ringja til tlf. 905656.
Hjálpin ger mun
Lítil ivi er um, at hesin føroyski peningurin kemur væl við í arbeiðinum at fáa lívskorini hjá fólkinum í Indonesien aftur á eitt rímiligt støði.
Slíkt kostar sjálvandi hópin av peningi, og enn vantar nógv í. Altjóða Reyði Krossur hevur tí heitt á heimssamfelagið um at játta 120 mió. aftrat sum hjálp til teirra, sum yvirlivdu jarðskjálvtan.
- Umframt ta peningaligu hjálpina er eisini neyðugt at veita sálarligan stuðul og at hjálpa fólki til at endurvinna sítt lívsbreyð, sigur Anders Ladekarl.
Hann kom herfyri aftur úr jarðskjálvtarakta økinum, og hevur tí við egnum eygum sæð tørvin á hjálpa og eisini, hvussu hjálpararbeiðið er komið í gongd.
Tað hevur eydnast at fáa læknar og sjúkrasystrar inn í økið. Soleiðis hevur ein tryggjað sær, at sjúkrahúsini kunnu fremja skurðviðgerðir og annars røkta tey mongu sum eru komin til skaða.
Reyði Krossur í Danmark hevur higartil savnað inn omanfyri 250.000 kr., eins og felagsskapurin hevur játtað 200.000 kr. úr kreppugrunni sínum til sama endamál. Uttanríkisráðið og danska sendistovan í Indonesien hava latið 4,6 mió. kr.
FAKTA
- Jarðskjálvtin: Rakti tætt við stórbýin Yogyarkarta leygardagin 27. mai, og varð máldur til 6,3 á Richter-talvuni.
- Skaðar/deyð: Higartil rokna indonesisku myndugleikarnir við at um 5000 fólk eru deyð og omanfyri 130.000 heim løgd í oyði
- Landið: Í Indonesien eru omanfyri 13.700 oyggjar í Kyrrahavinum.
Íbúgvarar: 230 milliónir
Høvuðsstaður: Jakarta
+ mynd