Kappróður
Við einum bronsumerki í HM-kappingini skrivaði Katrin Olsen ikki bara føroyska ítróttarsøgu í gjár. Talan var so sanniliga eisini um danska róðrarsøgu, tá bronsan varð vunnin.
Tað sá annars einki serligt út fyrstu løtuna av kappróðrinum sunnudagin. Starturin hjá Katrini og Julianne hevur verið veikasti parturin av róðrinum hjá teimum, og tær vóru væl og virðiliga aftastar, tá farið varð um fyrsta 500 metra markið í München.
Men so kom ferð á. So við og við róðu tær seg alt nærri hinum bátunum, og seinastu metrarnar var púrasta javnt millum tær og týsku vertirnar. Málmyndir máttu til, áðrenn bronsan kundi finna sín eigara, og hesin gjørdist altso danski báturin. Og so kundi Merkið veittrað saman við Dannebrog, tá tær báðar fóru upp á sigurspallin eftir sínum heiðursmerkjum.
- Starturin var einki serligur, men vit hava ein suverenan spurt, og tað var stuttligt, at vit komu upp á bronsuna, segði Katrin Olsen, tá Sjónvarpið fekk orðið á hana eftir róðurin, sum eisini varð vístur á SvF.
Umframt HM-bronsuna, so ber úrslitið eisini við sær, at Katrin og Julianne hava vunnið sær rætt til OL-luttøku í summar. Innan kappróður er HM sjálvandi ein stór kapping í sjálvum sær, men tað er fyrst og fremst OL, sum hugsað verður um. Har verður kappingin væntandi fyrst og fremst við sterku kinversku rógvararnar og so sjálvandi australsku kvinnurnar, sum vunnu HM-kappingina.
Skal tað eydnast Katrini og Julianne at gera seg galdandi enn longur frammi til ta tíð, so er tað fyrst og fremst starturin, sum skal betrast. Í spurtinum er neyvan nakar bátur, sum tekur tær báðar, og tað er eisini fyrst og fremst hesin parturin, sum stendur á venjingarskránni hetta fram til august mánað.