Óføroysk innrás má steðgast

Jenis av Rana heldur, at føroyskt mentanarlív er fyri stórari niðurgongd, nú rúsdrekkalógin skal broytast og útlendskir stripparar floyma inn til landið. Hann mælir til at steðga ólevnaðinum

 

Jenis av Rana heldur, at landsstýrið skal taka stig til at steðga ólevnaðinum, sum hann heldur breiðir seg í føroyska samfelagnum.

Hann nevndi ólavsøkuna sum eitt dømi um, hvussu føroyska mentanin stilisliga verður troðka burtur.

? Við eitt er mentan føroyinga ikki nóg góð, kvinnur verða innfluttar av flatlondum at dansa striptease, erotiskur dansur mátti á skránna ? á sjálvari tjóðarhátíðini røkk føroyska mentanin ikki, vísti Jenis av Rana á í viðgerðini av løgmansrøðuni í løgtinginum fríggjadagin.

Hann helt eisini, at tað er skeivt at lata útlendingar gera av, hvussu føroyska rúsdrekkalógin skal verða.

? Oljuráðstevna skuldi vera í Runavík, og alt á gosi, tí knappliga vórðu Føroyar og serføroyska mentanin ikki nóg góð. Mentanin var ikki nóg góð til teir útlendingarnir, ið higar komu, tí hesir sloppu ikki at keypa sær ein sterkan afturvið matinum, segði Jenis av Rana.

Hann spurdi landsstýrið, um tað ætlar at lata slíkan ólevnað troðka seg inn á føroyska samfelagið, ella um landsstýrið fer at taka stig til at steða hesum.