Føroysk klædnasniðgáva í ovaru hæddini í Öström

- Tað hevur altíð verið ætlanin, at Öström-handilin skuldi gerast ein handil, sum samstundis er ein framsýning við føroyskari sniðgávu, sigur eigarin, Hans Juul Hansen.

 

 

Týsdagin hin 2. mars læt forvitnisligi Öström-handilin dyrnar upp til nýggj og snotulig handilshøli í ovaru hæddini í bygninginum á Skálatrøð, har tey nú rúma einum fjølbroyttum úrvali av føroyskum pløggum.

Eigarin, Hans Juul Hansen, sigur, at í ovaru hæddini er alt føroysk klædnasniðgáva frá ávikavist Duritu Thomsen, Einstakt, Elisu Heinesen, Klevang, Rebekku á Fjallinum og Steinum Men.

- Hetta er alt føroysk klædnapløgg, og her eru serliga pløgg til kvinnur, men eisini eitt ávíst úrval til menn, serliga troyggjur.

Tað eru níggju ár síðan, at Öström-handilin læt upp, og Hans Juul Hansen dylur ikki fyri, at úrvalið í byrjanini var lítið í mun til tað úrval, sum er í dag.

- Tað hevur altíð verið ætlanin, at Öström-handilin skuldi gerast ein handil, sum samstundis er ein framsýning við føroyskari sniðgávu, og ikki minst tí passar tað okkum væl, at handilshølini nú eru so nógv størri og rúmligari, enn tey hava verið áður, sigur hann.

 

Virðiligur pallur

Handilseigarin fegnast um, at tað við víðkanini av handlinum í enn størri mun enn áður hevur eydnast at geva føroyskari sniðgávu ein virðiligan pall.

- Tað eru fleiri, sum hava vent sær til okkum og vildu sleppa inn við sínum vørum, men tíverri hevur verið neyðugt at hildið fólki aftur, tí umstøður vóru ikki til fleiri veitarar. Nú eru umstøðurnar so nógv betur, samstundis sum úrvalið til viðskiftafólkini eisini er vorðin størri. 

Í niðaru hæddini eru eitt nú smúkkur, prýðislutir, glarlutir og lutir úr ymiskum forvitnisligum tilfari - alt frá føroyskum sniðgevum og framleiðarum - og í ovaru hæddini eru so føroysku klædnapløggini.

- Í Öström eru nú lutir og klædnapløgg frá fleiri enn 30 føroyskum sniðgevum og veitarum. Soleiðis var ikki, tá handilin sá dagsins ljós fyri níggjum árum síðan. Eg kann siga, at tá vit høvdu sett okkum fyri, hvat konseptið skuldi vera og lótu upp handilin, vóru vørurnar ikki til. Í dag hava vit eitt breitt úrval av dygdargóðum og fjølbroyttum vørum - alt við føroyskari sniðgávu og framleiðarum, sigur hann.

##med2##

 

Byrjaðu egnan handil 

Fleiri sniðgevar, sum byrjaðu at selja sínar vørur í Öström, eru farnir í holt við egnan handil. 

- Hóast vit missa nøkur føroysk merki og soleiðis eisini viðskiftafólk, tá fólk velja at byrja fyri seg sjálvi, fegnast vit stórliga um, at tað gongst væl. 

Møguleikin hjá veitarum at selja føroyskar vørur í Öström, hevur eisini leitt sniðgevar saman, og tað eru eisini dømir um, at fólk, sum byrjaðu at selja sínar vørur her, hava verið saman á framsýningum uttanlands.

Hans Juul Hansen ásannar, at verkætlanin við Öström-handlinum var ein pionerverkætlan, men hann heldur samstundis, at hetta hevur verið og er framvegis ógvuliga gevandi.

- Tað hevur eydnast okkum at skapa eitt serstakt umhvørvi her, og tað hevur allan tíðina verið ein partur av endamálinum, sigur eigarin. 

##med3##

 

Havt stóra ávirkan 

Koronu-støðan hevur havt stóra ávirkan á handilsvirksemið í Öström, men her hevur eigarin valt at brúka tíðina til at menna nýggja konseptið, sum nú er veruleiki í ovaru hæddini í bygninginum á Skálatrøð.

- Vit vóna, at føroyingar fara at taka líka væl ímóti nýggja handlinum, sum fólk hava gjørt, síðan vit fyrstu ferð lótu upp dyrnar fyri níggju árum síðan, sigur Hans Juul Hansen.

Leggjast kann aftrat, at Öström-handilin nú eisini hevur fingið lítlan kaffikrók við søtum frá Gómagott og Brell-kaffi, sum eisini er føroysk framleiðsla.

##med4##

##med5##