Føroysk klæðir, hvat er tað?

Øll vita, at vit eiga ein tjóðbúna, sum er eyðkendur. Hann er vakur, hann er stásiligur, og vit eru góð við hann.

Vit lata okkum í hann til serlig høvi, sum til brúdleyp, til veitslur, á ólavsøku. Ung fáa sær føroysk klæði aftaná loknað próvtøku. Tað er festligt og hábærsligt. Einki er vakrari enn at síggja ungdóm í tjóðbúna okkara.

Føroyski búnin er livandi. Tey einstøku føroysku klæðini eru serstøk. Ofta er ættarsøgan hjá tí einstaka goymd í klæðunum. Klæðini verða skapað við litum, mynstrum og smúkkum innanfyri ávís mørk. Men hvar gongur markið?

Í seinastuni hava eg sæð óteljandi mátar at broyta búnan uppá. Summi brúka partar av búnanum saman við vanligum klæðum, brúka yvirpartin saman við cowboybuksum, taka burtur brystið og turriklæðið. Á einari framsýning herfyri sá eg tveir kvinnubúnar í skríggjandi litum, ljósareyðum og orange. Í seinasta blaði ”Kvinna” var ein heilsíðumynd av vakrari kvinnu í búna, sum verður umtalaður sum føroysk klæði. ”Gloym ikki tey føroysku klæðini í summarmótanum”. Eru tað føroysk klæðir hon er í? Eftir mínum tykki nei. Hon er als ikki liðug at lata seg i. Og føroysku klæðini eru ikki eitt mótaplagg.

Búnin er tignarligur og er eitt tjóðamerki, kensluborin eins og Merkið og tjóðsangurin. Hugsað tær um onkur setti aðrar litir á flaggið og vant tað í húnar hátt?

Í øðrum londum hava tey ”nationaldraktir”, sum tey lívga um og verja við strangum reglum um, hvussu tann ávísi búnin skal síggja út, og er ikki loyvt at gera nakrar broytingar.

Kanska vit áttu at roynt at fjálga um arvalut okkara, eitt nú sum tá Jóan Jakku skómakarin gjørdi sær tann ómak at pilka spennini av skónum hann innførdi, fyri at føroyingar skuldu sleppa at ganga í silvurspennum sum prýði.

Men hvat er til ráða at taka? Seta eina nevnd at arbeiða við málinum og finna eina loysn? Kanska. At seta eitt ráð, sum avger, hvussu føroyski búnin skal síggja út? Nei, so eri eg bangin fyri at hann stirnar og doyr. Upprætta ein facebook-bólk, eitt tjak-torg, sum hevur tjóðbúnan sum evni?

Eg eri bangin fyri at um einki verður gjørt fyri at fjálga um okkara tjóðbúna, fer hann at detta burtur ella í besta føri at enda sum ein karnivalsdrakt.