Føroysk kvinna datt niður á tokbreyt

Blinda kvinnan, sum seinnapartin mánadagin datt niður á skinnaran hjá einum snartoki í Ny Ellebjerg Station í Keypmannahavn, er føroysk.

Kvinnan er Kristina Petersen, ættað úr Skálavík, fødd Olsen. Hon er gift Stein Petersen, sum er hálvur dani og hálvur norðmaður.

Hjúnini, sum búgva í Haslev, eru bæði blind, og tað var í 1981, at Kristina flutti til Danmarkar at búgva.

Kristina er fødd í 1964, og tað var ein sjúka, sum gjørdi hana blinda um 18 ára aldur.

Fyrsta fráboðanin hjá Københavns Brandvæsen var, at Kristina var kleimd millum snartokið og jarnbreytarpallin. Men tíbetur, var hetta ikki so.

Tað eydnaðist fólki á staðnum at hjálpa Kristinu uppaftur á pallin, áðrenn brandliðið kom á staðið.

- Kvinnan slapp uttan skaða og kundi sjálv halda leiðina fram, sigur vaktleiðarin hjá Københavns Politi, Kim Nicholsen.

Fólk í Føroyum, sum eru í familju við Kristinu Petersen, eru fegin um, at alt spældi væl av.

Tey siga við Portalin, at annað knæið er nakað hovið. Annars hevur skálavíkarkvinnan eingi likamlig mein fingið av hendingini.