Føroysk list í London

Í eini roynd at røkka út í heim við før­­oysk­ari list, skip­ar bólk­ur­­in List í Lond­on fyri eini fram­sýn­­ing í Lond­on í mai í ár.

? Av tí, at hetta er at bróta upp úr nýggj­­um, hava vit í fyrstu syftu valt at fara út við ein­­um list­­a­r­­fólki, í hes­­um før­­­i­num við verk­­um av Am­ariel ­Norðoy, sig­ur Eyðu Waag­stein, sum er pro­jekt­leið­ari.

Í samstarvi við før­oysku sendi­stovuna í Lond­on, er kom­ið fram til eitt gall­arí í Wim­bl­e­don Village, Wim­ble­d­on Fine Art, www.wimbledonfineart.com

Amariel Norðoy og Eyð­un Waag­stein vóru 20. mars til eina fern­i­ser­ing, og til sam­ráð­ing­ar við eig­a­ran av galla­rí­num, Andrew Stop­pani. Ein avtala við hetta gall­arí er komin undir land. Fram­sýningin verður 22. mai og tvær vik­ur fram.

Ein av­tala er gjørd mill­um Send­i­stov­una og Scandi­nav­i­an Maga­zine um at hava eina grein um átakið í mai-út­gávuni av blað­num. Harafurat koma tíð­ind­a­­fólk frá blað­num til Før­oy­ar í summ­ar. Ætl­an­in hjá Scan­d­i­nav­ian Magazine er so at gera eina grein­arøð á 26-27 síð­ur um før­oyska ment­an, vinn­u­lív og ferða­v­innu. Hetta verður til des­em­ber­út­gávu­na hjá Scandi­nav­i­an Magazine.