Føroysk matstova gav skarvin yvir

Bæði Fríðrikkur, krúnprinsur og amerikanska heimsstjórnan, Snoop Dogg, hava dusað sær á matstovuni og barrini, sum føroyingr vóru við at seta á stovn. Men onki hjálpti

Tað  var við bjørtum vónum, at føroyingar tveittu seg út í eitt matstovu-ævintýr í Keypmannahavn fyri einum sløkum ári síðani.
Eik Banki, sum tá æt Føroya Sparikassi, var við í fíggingini og gamli Hafnia maðurin, Martin Restorff, sat í nevndini, tá ið matstovan, Oil, vóru latin upp mitt í smørholinum í Keypmannahavn, á sjálvari Esplanaduni, beint við hjá A.P. Møller. Saman við matstovuni var eisini barrin, OPEC-Lounge upp.
Onnur, sum høvdu tilknýti til matstovuna, vóru ongin annar enn gamli Aqua maðurin, Rene Dif og Peter Bardenfleth-Hansen, sum er kendur í matstovuyrkinum í Danmark. Og í køkinum skuldi kendi kokkurin, Rida Berri, herska og regera.
Endamálið við matstovuni var greitt: Hon skuldi verða staðið í Keypmannahavn, har tað fínara slagið leitaði sær, tá ið tey skuldu í býin.
Tað gekk eisini væl í fyrstuni og matstovan fekk ikki færri enn fýra kokkahúgvur av fimm møguligum í donskum matstovuummæli.
Matstovan gjørdust eisini samtaluevnið eftir mtv- stevnuna í heyst, tá ið bæði Fríðrikkur krúnprinsur, amerikanska tónleikastjórnan, Snoop Dogg, dusaði sær í hølunum, sum vóru sermerkt við hvítum og svørtum innbúgvi av glasi, gróti og stáli.
Og ætlanin var eisini at brúka sama hugstkot á matstovum í Londin og París.
Men tað gekk ikki sum ætlað og nú, minni enn eitt ár eftir, at matstovan læt upp, er hon longu afturlatin.
Tað hevur vakt ans í Danmark, at hendan matstovan letur aftur.
Polikken skrivar um dagarnar, at nú hevur ein kanón í danska náttarlívivinum, Torben Olsen, keypt matstovuna. Frammanundan eigur hann kend støð sum Café Ketchup og Café Victor og onnur støð av fínara slagnum.
Politiken skrivar, at tað var skjótt, at tekin fóru at síggjast um, at alt ikki ruggaði rætt, tí René Dif var skjótur at taka seg aftur.
Og í farnu viku fór matstovan í gjaldssteðg og sostatt endaði hetta føroyska ævintýrið í danska náttarlívinum.