Føroysk og grønlendsk børn vitja hvønn annan

Ein skúlaflokkur í Hoyvíkar skúla fyri­reikar seg í hesum døgum til ein ferð til Grønlands, har tey m.a. fara at uppliva túrar á hundasleðu, hundakapprenning og spæla golf á ísin­um. Ferðin verður fyri­skipað í samstarvi við ein skúlaflokk í Grønlandi, sum ætl­andi eisini kemur at vitja í Føroyum

Í apríl mánaði næsta ár fer 6 d. í Hoyvíkar skúla til Umanak í Grønlandi. Tey skulu vitja ein skúlaflokk í Grønlandi og annars í aðrar mátar uppliva nógv av spennandi mentan og náttúru, sum Grøndland hevur at bjóða.
Jonna Færø, sum er flokslærari hjá 6. d. og ferðaleiðari á ferðini, hevur javnan sjálv verið í Grønlandi, men ongantíð áður saman við einum heilum skúlaflokki:
 Tað hevur á ein hátt altíð verið ein dreymur at fara við einum føroyskum skúlaflokki til Umanak. Grønlendska náttúran er sera stórsligin og mentanin heilt øðrvísi, so børnini fáa eina stóra uppliving. Fyri tey er tað eitt stórsligið upplivilsi at fara til Umanak.  Tað er ein heilt onnur verð!, sigur Jonna Færø, flokslærari hjá 6. d.
Hugskotið til ferðina er komið so líðandi: 6.d. hevur í nøkur ár av og á havt einstøk børn úr Umanak á vitjan her hjá okkum í Føroyum, og tað hevur m.a. stuðlað undir hugskotið um hesa ferðina. Flokkurin hevur eisini javnan seinastu árini havt samskifti við ein flokk í skúlanum í Umanak, og hesi koma eftir ætlan til Føroya at vitja í juni 2006.
 Eg havi í eini tvey ár arbeitt dúgliga við at fyrireika ferðina til Umanak og kenni rættiliga fitt til býin, sigur Jonna Færø.
Umanak
Oyggin Umanak liggur í norð­ur Grønlandi  í víkini norðan fyri nesið Nuussuaq  og hevur um 1200 íbúgvar. Vinnumøguleikarnir har eru eina mest grundaðir á fiskivinnuna  havið um oynna er tilfeingisríkt; har eru nógvir kópar, náhvalir, hvítfiskur og onnur sløg.
Umanak varð í 16. og 17. øld javnan vitjað av hálendskum hvalaveiðumonnum, ið m.a. sæst aftur á staðanøvnum á oynni. Frá gamlari tíð hevur oyggin eisini havt námídnað, men fyrst í 1990unum dalaði virksemið innan fiskivinnuna og námsídnaðin, og síðan tá hevur samfelagið at kalla staðið í stað. Men Umanak hevur tó ein avgjørdan menningarmøguleika innan ferðavinnuna, og á oynni ber m.a. til at koyra á hundasleðum, fiska, fara á hvalaveiðuferð og at fáa aðrar náttúruupplivingar. Í Umanak er eisini ein stórur skúli, eitt vælvirkandi sjúkrahús og størsta steinkirkjan í Grønlandi.

Í Umanak fara føroysku børnini at uppliva eina rúgvu. Tey fara sjálvandi fyrst og fremst at vera saman við børnunum á skúlanum, men eisini fara tey at vitja nøkur børn á einum barnaheimi. Á skránni eru eisini túrar á hundasleðu  m.a. skipar skúlin fyri hundakapprenning, og so er ætlanin at koyra ein túr á hundasleðu út á ein leguskúla. Túrurin varir heili 6 tímar. Og um tað mundið ferðalagið er í Grønlandi verður eisini ein stór golfkapping á ísinum, so tað fara føroysku skúlabørnini sjálvsagt eisini at síggja og royna:
 Vit hava ein heilan hóp á skánni í Grønlandi  Umanak hevur so ómetaliga nógv at bjóða afturat hesum tiltøkunum, m.a. ógvusligu náttúruna, øðrvísu mentanina  hóast vit hava felags áhugamál, spæla tey somu spøl, eta sama mat og síggja tað sama í sjónvarpinum, so er teirra verð so sera langt frá okkara  so vit fara ikki at binda frið, men at uppliva so nógv, vit náa, sigur Jonna Færø.
Kostnaðarmikil ferð
Fyri at koma úr Føroyum til Umanak, má ferðalagið, sum telur 25 fólk  2 lærarar, 2 foreldur og 21 børn  millum­lenda 5 ferðir og flúgva við tyrlu seinasta strekkið. Í alt tekur ferðin um 14 tímar á flogi, so at fara longu ferðina er rættiliga kostnaðarmikið. Ferðaseðilin fyri hvønn kostar um 15.000 kr. Men 6. d. er fyri langari tíð síðani byrjaður at søkja um stuðul og at skipa fyri ymiskum tiltøkum. M.a. hevði flokkurin fyri kortum eina framsýning í SMS við grønlendskum lutum, og henda eydnaðist rættiliga væl. Og nú hava tey eisini gjørt lutaseðlar  Skava og Vinn, ið børnini ganga runt Føroyar og selja. So hóast ferðin kostar nógv, sær Jonna Færø ljóst upp á tað og vónar, tey fara at fáa allar pengarnar til vega:
 Tað er eitt ómetaliga stórt upplivilsi hjá børnunum  tey fara at uppliva ymiskt, tey ongantíð annars koma til  so tað fer avgjørt at verða allar pengarnar, stríðið o.a. vert.Vit hava eisini sera góðar umstøður til at fara hagar, tí eg havi familju og vinir har, ið hjálpa okkum at leggja ferðina til rættis.
Børnini spent
Jonna Færø heldur, at Grønlands­ferðin varð ótrúliga væl móttikin av øllum  bæði børnum, foreldrum og leiðsluni:
 Tey eru øll sera spent til ferðina og hava veitt okkum dyggan stuðul. Áhugin í flokkinum fyri Grønlandi er eisini stórur.  Serliga spent eru tey at hitta grønlendsku børnini á sama aldri og við somu áhugamálum, at uppliva gerandisdagin hjá grønlendingunum í kamikkum og kópaskinsklæðum umframt at síggja veiðumenninar. Tey eru samstarvshugað á øllum økjum, og taka tey øll eina hjálpandi hond í við fyrireikingunum, tá tørvur er til tess.
Fyrireika seg væl
Lærararnir hava saman við børnun­um longu fyrireikað seg væl til túrin: Hava sæð filmir, ið grønlendsku skúlabørnini hava sent til Føroya, lisið ymiskar søgur og havt vitjan av nøkrum børnum úr Umanak, ið eru og ferðast í Føroyum av og á. Flokkurin hevði fyri kortum vitjan av eini grønlendskari kvinnu, ið lærdi børnini at perla á grønlendskum og at skera og seyma ymiskt úr kópaskinni, og tað hildu tey vera stuttligt.
Dagbók á sjónbandi
Jonna hevur í hyggju at hava sjónbandaupptøkutól við á ferðini, soleiðis at børnini kunnu dagføra dagarnar í Grønlandi í eina sokallaða sjónbandadagbók:
 Okkara vón er at fáa SVF við okkum á ferðina at hjálpa okkum at gera dagbókina, og síðan ynskja vit at sleppa at senda tað í sjónvarpinum, tá vit koma aftur. Eisini ætla vit at skipa fyri eini samkomu okkurt kvøldið her á skúlanum, har vit fara at fortelja frá øllum tí, vit hava upplivað, sýna fram myndir, film o.t., so at børnini kunnu deila upplivingarnar við øðrum.