Umboð fyri ein meiriluta í Fólkatinginum hava í dag tikið undir við hugskotinum um eitt sonevnt hvalareservat í Suðuríshavinum. Tað hendi á einum fundi í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum fyrrapartin.
Hetta merkir, at danska stjórnin fer at atkvøða fyri hesum hugskoti, um tað sum uppskot kemur til atkvøðugreiðslu á fundi í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, í Chile í næstum.
Kortini er greitt, at føroysk og grønlendsk áhugamál framhaldandi eru væl vard.
Umhvørvisnevndin hevur nevniliga eisini tikið hesar avgerðir:
Strandalond skulu geva sítt samtykki til sonevnd hvalareservat
Hvalaveiða skal fara fram á vísundaligum grundarlagi
Hetta merkir, at Fólkatingið framvegis stuðlar Føroyum í rættinum at veiða hval og t.d. at drepa grind, sum jú fer fram á vísindaligum grundarlagi. Somuleiðis kunnu grønlendingar framhaldandi veiða stórhval, ið eisini fer fram á vísundaligum grundarlagi.
Hetta merkir eisini, at um tað nakrantíð skuldi komið hartil, at uppskot kemur um at gera eitt hvalareservat um okkara leiðir, so kunnu vit sum strandalond siga nei.
Henda loysn eigur at vera nøktandi fyri allar partar í Ríkisfelagsskapinum. Vert er at leggja til merkis, at hetta er fyrstu ferð, at allir flokkar í Fólkatinginum, uttan Ny Alliance, taka undir við, at hvalaveiða skal loyvast, um hon fer fram á vísindaligum grundarlagi.
Í tíðindasendingini í Útvarpi Føroya kl. 16.00 í dag varð landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum, Høgni Hoydal, endurgivin fyri at siga, at "hetta málið vísir, hvussu ótolandi ríkisrættarliga støðan er".
Hetta er galin niðurstøða at gera.
Tvørturímóti vísir málið, at Ríkisfelagsskapurin fylgir við tíðini og framhaldandi er fult førur fyri at verja áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi.
Úttalilsið hjá Høgna Hoydal kemur sum liður í vanligu flokspolitisku herferðini hjá landsstýrismanninum móti Ríkisfelagsskapinum.