Í løtuni bera reiðarar í Føroyum ótta fyri at høgi oljurprísurin í landinum kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri skipini. Tí prísurin kring Føroyar fyri olju gerst alsamt bíligari – samstundis – sum hann í Føroyum ikki lækkar líka skjótt. Hetta hevur, sambært reiðarunum, við sær, at føroysk fiskiskip fáa ein veruligan trupulleika við kappingarførinum.
Hendrik Egholm viðgongur, at teir hava sera ilt við at fylgja við prísfallinum á olju, tí teir hava longu olju á goymslu, og mugu selja hana, áðrenn teir kunnu keypa nýggja, eisini eru teirra goymslur eru alt ov smáar, og tí verður oljan dýrari at keypa inn, enn um hon var keypt í størri mongdum. Hetta samanber hann við at tað mesta er bíligari uttanlands, og sammetur tað við, at tað er bíligari at keypa 1000 twix enn 10, hjá einari føroyskari heilsølu.
Tað vil siga, at tað sambært stjóranum í Shell er soleiðis, at tað tekur sína tíð at selja oljuna, og tí tekur tað tíð áðrenn tað er gjørligt hjá teimum at keypa bíligari olju, og hann greiðir frá, at teir ikki hava nakran møguleika fyri kappast við platts-prísirnar, dagsprísirnar í Evropa, tí prísfallið er so óvanliga stórt í hesum tíðum, og tí megnar Shell ikki at selja undan.
Kappingarførir prísir
Á heimasíðuni hjá Shell stendur millum annað, at teir »altíð finna teir mest kappingarføru prísirnar«, tá talan er um bunkring av skipum, men í hesum sambandið viðgongur Hendrik Egholm, at tað ikki er heilt rætt, og tað heldur skuldi staðið, at teir royna at finna teir mest kappingarføru prísirnar, tí tað er ógjørligt at veita veruliga kappingarførar prísir, tá felagið er so lítið og prísurin á heimsmarknaðinum fellur so skjótt.
Í mai 2007 var Føroya Shell selt úr danska Shell samtakinum, og tí er tað ikki longur sama samstarv við Shell í Danmark, sum gjørdi felagið størri.
Veita stóran kreditt
Sambært stjóranum í Shell hevur tað altíð verið soleiðis, at skip ikki hava goldið kontant, men at oljufeløgini hava veitt kreditt í rímiliga langa tíð, áðrenn skipini hava goldið. Hann veit ikki, hví tað er soleiðis, men heldur hetta vera í lagið í hesum tíðum, tá teir ikki megna at kappast við prísin uttanlands.
Hesin kreditturin hevur stóran tapsvanda sambært Hendriki Egholm, tí teir eru altíð seinastir at fáa pening, um skipið fer av knóranum.
Samráðast um prísir
Eitt, sum reiðararnir eisini eru argir um, er, at oljufeløgini leggja meira á prísin tí teir skulu flyta oljuna til skipini.
Hendrik Egholm metir, at oljubilarnir kosta so mikið nógv, at tað kundi verið ein verulig sparing, um teir ikki fluttu oljuna í tangabilum, men at hetta er ein tænasta teir hava valt at bjóða, og at alt, sum kann gera, oljufelagið sparir pening kann minka um prísin, tá felagið og skipini samráðast um prísin fyri oljuna, ið skal umborð.
Viðvíkjandi flutninginum greiðir Hendrik Egholm eisini frá, at skipini teir leiga at flyta oljuna til Føroyar eru í minna lagi, og at tað tí er dýrari, enn um skipini vóru størri. Skuldi hetta borið til, so er neyðugt við størri goymslukapasiteti, men at tað er ein stór íløga, við stórari risiko, hóast teir væl kundu hugsað sær størri oljutangar.