Dansk Artist Forbund skipaði saman við m.ø. Føroya Undirhaldstónleikarafelag og Norðurlandahúsinum fyri FO/DK konsertunum kring Føroyar í vetur, og komandi vetur fara tey at skipa fyri konsertum í Danmark, har danskir bólkar fara á konsertferð saman við føroyskum bólkum, tað er í hesum sambandi at sýnisglugga konsertin verður hildin. Konsertin er almenn og ókeypis og 18 ára aldursmark er.