Føroysk sarkasma og týsk arrogansa

Teldupostsorrustan millum Kára á Rógvi, løgtingsmann og týskar djóraaktivistar er ikki tann fyrsta millum føroyingar og týskarar í eftirkrígstíð. Føroyingum hevur áður dámt væl at taka til seinna veraldarbardaga, tá teir kenna seg niðraðar av arrogantum týskarum

Vit 900 føroysku áskoðarnir, sum vóru við føroyska fótbóltslandsliðnum á Nieder­sachsen leikvøllinum í Hannover í Týsklandi á heysti í 2002, gloyma ongan­tíð hendan minniliga túrin. Ikki bara tí føroyska fótbóltslandsliðið spældi ein minniligan dyst, og var bara eina hársbreidd frá at fáa javnleik 2-2.
Vit minnast eisini túrin sum nakað serligt og gleðiligt, tí vit vóru so hjartaliga væl móttikin av týskarum. Tá dysturin var liðugur gingu túsindtals týskir áskoðarar framvið okkum 900 før­oysku áskoðarunum. Tey veittraðu, tey klappaðu, heilsaðu okkum, og koyrdu tummilin upp. Mest rørandi løtan var, tá ein eldri maður í rullistóli steðgaði frammanfyri føroysku áskoðarafjøldini – kanska var tað ein krígsveteranur? Maðurin lyfti húgvuni fleiri ferðir, og nikkaði til føroysku fjøldina við hávirðing.
Føroysku spælarnir gloyma heldur ikki dystin, og hvussu teir vóru klapp­aðir út av týsku áskoðarunum. Aftaná dystin vóru vit noydd at býta um alt før­oyskt vit áttu, turrikløð, troyggjir, ja sjálvt føroyskar húgvir við týsk pløgg av ymiskum slagi, og allastaðni komu týsk­arar og heilsaðu hjartaliga uppá okk­um, og vístu okkum hávirðing.

1940 broytti alt
Upplivingin í Hannover lærdi meg nógv. Eg hevði áður rættiliga nógvar fordómar um hetta »arroganta fólka­slagið«, sum plágaði lívið av abba mín­um, og skipsfeløgum hansara, árini 1940-1945. Abbi misti fleiri av sínum bestu vin­monnum, sum fingu eina váta grøv orsaka av týskum kavbátum, og av luftbornu dreparunum hjá Luftwaffe.
Tó hava føroyingar ikki altíð verið anti-týskir. Sverri Djurhuus greiðir frá í bókini hjá Óla Olsen, sum kom út stutt fyri jól, at hann var umborð á einari føroyskari slupp á heysti í 1939. Hetta var áðrenn Danmark, Noreg, Føroyar og Ísland vóru drigin upp í kríggið. Sverri Djurhuus greiðir frá, at 24 av teimum 28 monnunum umborð hildu við týskarunum ímóti bretum. Bara fýra hildu við bretum. Føroyingar hildu ikki nógv um bretar áðrenn 1940, tí teir næstan niðurfiskaðu okkara grunnar. Hertøkan av Danmark hjá Hitleri tann 9. apríl, og hertøkan hjá Churchill av Før­oyum tann 12. apríl í 1940 gjørdu sítt til, at føroy­ingurin bleiv pro-bretskur, og anti-týskur. Og vit stríðast kanska við hendan krígsarvin enn í dag?

Rossamenn á norðurlandinum
Í 1980-unum vóru nakrir føroyskir rossa­menn á ferð á norðurlandinum í Íslandi. Teir gistu nakrar nætur á einum lítlum gistingarhúsi. Aftaná nakrar góðar reið­ferðir og nakrar góðar upplivingar í tí íslendsku náttúruni, so var upplagt, at mennirnir skuldu hava eina veitslu tað seinasta kvøldið teir gistu á tí lítla gistingarhúsinum. Hýrurin var góður, og menn stemmaðu í nógvar góðar og mergjaðar fosturlandssangir. Best sum sangurin gongur uppá tað besta, so stendur ein eldri, týskur ferðamaður og nevar á gólvinum.
Gamli týskarin sigur á enskum við sterkari týskari dialekt: – Be quiet. Because of your noise, me and my wife can not sleep! Elsti maðurin í føroyska ferðalagnum – ein krígssiglari – reisti seg upp, og ógvuliga harðligt og speiskt brendi hann eftir týskaranum: Shut up! Because of you and your countrymen I could not sleep for five years! Týskarin gjørdist púra ovfarin av svarinum, og rýmdi aftur á kamarið, og tann føroyska veitslan kundi halda fram.

Umborð á Norrønu
Ein føroyskur ferðamaður, sum var rættiliga stinnur í týskum yvirhoyrdi umborð á gomlu Norrønu, at nakrir týsk­arar sótu og flentu eftir hvussu lítlar Føroyar vóru, og hvussu látirligt tað var, at nakrir gamlir og skirvisligir bygn­ingar á einum lítlum nesi kundu verða »stjórnarbygningar« hjá einum landi, og so flenti tey ógvuliga forhánis­liga.
Føroyski ferðamaðurin fór beina leið yvir til borðið, og hann legði hart út: – Eg hoyri, at tit sita og flenna eftir hvussu lítið landið hjá okkum er! Týskarnir gjørdust rættiliga skakkir um, at knappliga stóð ein fremmandamaður við borðið, sum tosaði ræðið týskt. Og áðrenn tey megnaðu at svara, so kom føroyingarin við tí næstu skotsalvuni: – Eg veit einki um, at Føroyar eru lítlar. Luftwaffe hevði so ongar trupuleikar við at finna Føroyar undir krígnum! Sigursælur fór føroyski ferðamaðurin frá týskarunum. Hetta »kríggið« hevði Føroyar so vunnið!

Á málskúla í Bremen
Ein føroyingur gekk á málskúla í Bremen í Týsklandi. Har vóru fólk frá mong­um londum, sum stríddust við at læra seg týskt. Dugnaliga og væl skip­aða týska undirvísingarliðið bar so í bandi, at einaferð um vikuna var tjak á skránni. Næmingarnir á málskúlanum skuldu tjakast um ymisk mál, sum vóru frammi í tíðini tá. Meðan føroyingurin gong­ur á málskúlanum í Bremen, verð­ur lógin um aktiva deyðshjálp samtykt í tí hollendska parlamentinum. Tá so næm­ingarnir á málskúlanum skulu hava sítt næsta tjak gerst hetta evnið. Týski skúlaleiðarin leggur fyri: – Nú hevur Holland samtykt lógina um aktiva deyðshjálp. Í Týsklandi er ongin slík lóg. Hví halda tit, at eingin slík lóg er í Týsklandi? Ein løta gongur, eingin sigur nakað. So rættir føroyingurin hond­ina upp, og týski skúlaleiðarin nikkar, og biður hann siga hvat hann held­ur. Føroyingurin pakkar einki inn, og sigur: – Kann tað skyldast, at tit týskarar hava hjálpt ov nógvum fólkum at doyggja, at tit ikki vilja hava eina slíka lóg? Bumban varð slept! Allir næmingarnir hugdu niður á gólvið, eingin tordi at hyggja upp. Tøgn var eina løtu, og so kom tað lágmælt frá tí týska skúlaleiðaranum: – Tú hevur rætt! Hatta er óivað orsøkin til, at vit ikki hava samtykt lógina í Týsklandi!