Føroysk sendinevnd til USA at kanna sjúkrahús

Í morgin fer ein føroysk sendinevnd til USA at hyggja, hvussu sjúkrahús verða innrættað har.

?Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri fer í morgin til USA á odda fyri eini føroyskari sendinevnd.

Endamálið við ferðini er at kanna eftir, hvussu amerikanarar innrætta sjúkrahús.

Ferðin verður gjørd í sambandi við útbyggingina á Landssjúkrahúsinum.

 ?Í tí sambandinum leggja vit stóran dent á at fáa so nógv burturúr úr íløguni sum gjørligt, sigur Helena Dam á Neystabø.

Tað er íslendski ráðgevarin hjá landsstýrinum í útbyggingina á landssjúkrahúsinum, sum leggur ferðina til rættis.

Talan er um ein ráðgevara, sum hevur drúgvar royndir í at byggja og innrætta sjúkrahús, bæði í Íslandi og í USA sigur Helena Dam á Neystabø

Farið verður um Ísland, og ætlanin er eisini at kanna íslendsk sjúkrahús.

Í USA er ætlanin at kanna nøkur sjúkrahús í Baltimore og í Boston.

Talan er um bygginevndina fyri útbyggingini á Landssjúkrahúsinum, sum fer avstað, saman við Landsstýrismanninum.

Í ferðini eru átta fólk: Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, Mary í Garði fíggjarleiðari, Malan Egholm, sjúkrasystir, Árni Winther, arkitektur, Pál Weihe, læknastjóri, Høgni Joensen, aðalstjóri Jóan Petur Davidsen, serlækni og Helena Dam á Neystabø.

Helena Dam á Neystabø sigur, at sjálv fer hon við, tí táið samanum kemur, er tað hon, sum skal taka avgerð um útbyggingina. Og hon heldur, at tað er rætt at hon brynjar seg út til at kunna taka eina so væl grundaða avgerð sum gjørligt.

Tað eru stórar avgerðir, sum skulu takast. Tí eitt er, at tann nýggi parturin av Landssjúkrahúsinum skal innrættast.

Men sum eitt úrslit av tí, skal eisini tað gamla Landssjúkráhúsið fyri ein stóran part innrættast av nýggjum.


Stóran týdning

Landsstýriskonan, sigur, at nú farið verður undir at byggja Landssjúkrahúsið út, eiga vit at leggja stóran dent á, at at fáa sum mest burturúr íløguni.

Hon vísir á, at menningin á sjúkrahúsøkinum gongur við øgiligari ferð.

? Og tí kundi tað givið okkum holla vitan at farið eina kanningarferð til ymisk sjúkrahús í teimum londum, har tey menningin er komin eina longst.

? Tað, vit fara at kanna í USA er, hvussu ein slíkur bygningur verður best innrættaður.

? Men sjálvandi fara vit eisini at kanna eftir, hvørji tól eru og at royna at fáa okkum eina barlast, tá ið vit skulu meta um framtíðar útbyggingar, hvussu ymsar funktiónir verða skipaðar og, ikki minst, samskipaðar sum best. Vit fara eisini at royna at fáa okkum eita fatan av, hvønn veg menningin gongur. Og vit fara at kanna eftir, hvussu vit innrætta Landssjúkrahúsið við atliti til framtíðina, ikki minst, hvat tólum og tøkni viðvíkur.

Nú er tað ongin loyna, at Landssjúkrahúsið er hart rakt av sparingum.Tað er ein ávís misnøgd við, at tit fara so mannsterk avstað so langt sum til USA at kanna, hvussu sjúkrahús verða innrættað.

?Tað haldi eg ikki tað er orsøk til. Hetta er avgjørt ikki nøkur dýr ferð, tí tað er rættiliga bíligt at ferðast til USA um Ísland.

? Men hinvegin kann ein slík ferð geva okkum eina barlast sum ger, at vansin fyri at taka skeivar avgerðir minkar munandi.

? Og tað hevur væl eisini sera týdning fyri eina so stóra avgerð, sum at útbyggja Landssjúkrahúsið.

? Og fyri at taka eina so rætta avgerð, sum gjørligt, halda vit, at tað hevur týdning at kanna viðurskiftini í teimum londum, har menningin er komin longst og gongur skjótast


Neyðugur íblástur

Sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til ferðina. Men hann sigur, at tað er skeivt at siga, at ferðin gongur til USA.

? Vit skuldu til Íslands kortini. Og so er meirkostnaðurin av at fara til USA rættiliga lítil. Amerikanarar eru so frammaliga á hesum øki, at vit hildu tað vera rætt, at fáa hendan íblásturin eisini, tí talan er um eina rættiliga stóra avgerð, sum skal takast, sigur hann.