Føroysk trivnaðar ? og heilsumál ? nú og í framtíðini

Ráðstevna í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin

Ráðstevnan fer at snúgva seg um viðurskiftini á trivnaðar- og heilsuøkinum í Føroyum í dag. Hvussu støðan er í løtuni? Og hvussu skulu vælferðartænasturnar síggja út í framtíðini?
Fokus verður sett á nøkur evni: børn, ung, vaksin og eldri. Hesi evnini verða øll viðgjørd hvør sær.
Umframt fyrilestrar er eitt panel sett at viðgera hvørt evnið. Her sita umboð fyri heilsu- og almannaøkið, brúkarar og politikarar. Panelluttakararnir fara at hava eina framløgu í part. Síðani verður kjak, har áhoyrararnir fáa møguleika at seta spurningar ella gera viðmerkingar.
Hugt verður eisini at skipanum í grannalondunum. Doris Hansen fer at greiða frá royndum og fyrimyndum úr øðrum norðurlendskum londum, og fleiri norðurlendskir gestarøðarar verða eisini við.
Eisini fer stjórin á Statens institutt for Folkesundhed í Danmark, Finn Kamper-Jørgensen, at halda fyrilestur hann kallar »Folkesundhed og et godt liv ? en udfrodring for samfundet og for social. og sundhedssektoren«. Íslendski landslæknin, Sigurdur Gudmunsson, fer at siga frá um íslendska heilsuverkið og Laila Linden, heilsu- og sjúkrahússtjóri á Bornholm, heldur røðu undir heitinum » Sundhedsvæsenet i Danmarks største regionskommune«. Bo Antonsen, ankechef í »Den Sociale Ankestyrelse« fer at tosa um danska almannaverkið.
Støðið undir ráðstevnuni er arbeiðið hjá Trivnaðar- og heilsumálaráðnum, sum er sett at greina trivnaðar- og heilsuverkið og at gera eitt uppskot til, hvussu vælferðartænastan skal síggja út í framtíðini. At røkka endamálinum hevur ráðið millum annað gjørt eina umfatandi spurnarkanning millum stovnarnar innan almanna- og heilsuverkið. Greitt verður frá hesi og øðrum kanningartiltøkum hjá ráðnum.
Ráðstevnan byrjar hósmorgunin klokkan 8.30, og verður tað Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum setir ráðstevnuna. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, fer at enda ráðstevnuna seinnapartin fríggjadagin. Ráðstevnan er almenn og øll kunnu verða við.