AD/HD heilivágurin er eitt vanligt rúsevni millum føroyskar tannáringar, og tað er ein stórur trupulleiki. Evnið gevur ein amfetamin-kendan rús, sum kann vera vandamikil. - Tað er ein stórur trupulleiki, at ung, sum ikki hava trupulleikar við AD/HD nýta heilivágin til at fáa ein rús. Evnið minnir um amfetamin og er sera vandamikið, um tað verður tikið í ov stórum nøgdum, greiðir Martin Kúrberg, sum starvast millum ung í Bláa Krossi, frá.
Hann sigur, at hetta er ein trupulleiki um alt landið.
- Tað eru 7 mánaðir síðani vit varpaðu ljós á trupulleikan, og vit eru vís í, at hetta er ein støðugt vaksandi trupulleiki, og at hetta er eitt heilt vanligt rúsevnið millum føroyskar tannáringar í aldrinum 15-17 ár.
Martin Kúrberg metir, at tað eru ung, ið hava AD/HD, sum selja respetirnar ella heilivágin víðari, og sum fáa eina góða forrætning burturúr tí.
- Vit síggja týðiliga, at talið av teimum, ið eru skrásett við AD/HD ikki samsvarar við øll tey ungu, ið vit vita taka evnið fyri at fáa ein rús. Tað tykist, sum um reseptblokkurin ov skjótt verður tikin fram, tí hetta er veruliga ein stórur trupulleiki her heima í Føroyum, og ikki bara uttanlands, slær Martin Kúrberg fast.