Føroysk uppfinning til 300 skip

Tríggir føroyskir verkfrøðingar, sum hava gjørt orkusparandi uppfinning, hava undiskrivað samstarvssáttmála við reiðaríið Norden, ið eigur og rekur á leið 300 skip Sum Portalurin skrivaði gjár, hevði danska reiðaíið Norden ætlanir um at keypa eina føroyska, orkusparandi uppfinning frá trimum føroyskum verkfrøðingum.

Nú er keypssáttmáli undirskrivaður við Norden um føroysku uppfinningina, sum verkfrøðingarnir hava verið tvey ár um at menna.

Hetta er ein skipan, sum sparir skipum nógva olju. GreenSteam, sum skipanin eitur, mátar til dømis aldu og vind og roknar so út, hvat skal gerast fyri at minka um vatnmótstøðuna á skipinum og soleiðis spara olju. Skipanin er sprottin úr eini granskingarætlan, sum byrjaði fyri bert tveimum árum síðani.

Úrslitini av royndum umborð á Smyrli tað seinasta árið hava verið so mikið góð, at danska reiðaríið Norden nú er hugað at keypa skipanina frá føroyska felagnum Decision 3.

Á ráðstevnuni TransAtlantic Climate Conference í Norðurlandahúsinum 7. og 8. apríl verður høvi at hoyra um GreenSteam skipanina og úrslitini av royndunum umborð á Smyrli.

Tað eru teir tríggir verkfrøðingarnir Dánjal Jákup Jacobsen, Ólavur Simonsen og Jóhan Petur Petersen, sum hava gjørt GreenSteam. Arbeiði teirra við at menna hesa skipan hevur verið stuðlað av Granskingarráðnum, Vinnuframagrunninum, Amerada Hess og Kleking.

Ólavur Simonsen verður gestur í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 17.