Nú er greitt, at vinnarin av Ársins Songrødd 2008, Anna Nygaard, verður við í X-Factor kappingini komandi fríggjakvøld, og sambært DR verður hon væl móttikin av dómarunum. Anna Nygaard, sum vann Ársins Songrødd 2008, er at síggja á heimasíðuni hjá DR, í yvirlitinum yvir, hvat verður í sendingini komandi fríggjadag.
Anna Nygaard er ikki ókend í Føroyum. Hon hevur ferðast kring landið síðani hon gjørdist tann greiði vinnari av Ársins Songrødd 2008, og hevur hon framført nógv í hesum sambandi.
Á heimasíðuni dr.dk/xfactor sæst, at komandi fríggjadag verður Anna við til audition í X-Factor, og ílatin einari føroysku Guðrun og Guðrun troyggju, megnar hon at bergtaka dómararnir við sínari vakrari rødd.
Hon syngur lagið hjá Etta Jamse við heitinum ?At Last?.
Her er leinkjan:
www.dr.dk/DR1/xfactor/forside.htm