Føroyska Bjórið í Íslandi

Føroya Bjór er ein fyritøka í støðugari menning. Bjórið og sodavatnið frá bryggjarínum í Klaksvík er sera væl umtókt kring alt landið, og nú er fyritøkan so smátt farin at marknaðarføra seg uttanlands.

Tá Sosialurin fyrr í vikuni vitjaði inni á høvuðsskrivsstovuni hjá Føroya Bjór í Klaksvík, hevði stjórin, Einar Waag, nógv um at vera. Hann var júst í ferð við at avskipa nakrar plattar av øli til Íslans. Tað er nevnilig soleiðis, at Føroya Bjór var við á RekTór stevnuni í Reykjavík herfyri, og har fekk bryggjaríðið skapt áhuga fyri føroyskum øli í Íslandi.


Øl fyri eina krónu

Einar Wagg sigur, at Føroya Bjór hevur samband við eina fyritøku í Íslandi, ið skal arbeiða við at fáa føroyska ølið inn á ílendskja marknaðin. Sambandið er so mikið nýtt, at torført er at siga, hvussu gongst við arbeiðinum, men stjórin í Føroya Bjór sigur við einum stórum smíli, at tá ølið herfyri varð selt í tríggjar dagar fyri eina krónu, var áhugin stórur og fólk stóðu í rað, fyri at sleppa framat at fáa sær fatur á einari Føroya Bjór.

­ Íslendingar lata væl at hava sent boð eftir meira øli úr Føroyum, men tað er ilt at siga, hvussu tað fer at gangast at selja okkara øl í Íslandi, sigur Einar Waag og leggur afturat, at talan er um eina ubbygging, og at tískil hevur nógv at siga, hvussu góður tann íslendski umboðsmaðurin er.


Stórur marknaður

Íslendski ølmarknaðurin er fimm ferðir so stórur sum tann føroyski, men harafturat eru tað eisini nógv fleiri bryggjaríðir, ið kappast um hendan marknaðin. Sambært stjóranum á Føroya Bjór er einki bryggjaríð, ið hevur meira enn fimm prosent av íslendska marknaðinum. Men hetta ræðir ikki Einar Waag. Hann sær hetta tvørturímóti sum ein fyrimun, av tí at talan ikki er um nakað ávíst bryggjaríð, ið stendur sterkast, og gevur hetta einum lítlum virki sum Føroya Bjór betri møguleika at standa seg í kappingini.

­ Flestu íslendsku sjómenn kenna til okkara øl. Hetta kemst av, at áðrenn tað gjørdist loyvt at keypa øl í Íslandi, vóru tað nógvir íslendskir sjómenn, ið keyptu sær øl í Føroyum. Og nú vit spakuliga royna at koma inn á íslendska marknaðin, kann hetta vera til fyrimuns fyri okkum, sigur Einar Waag.


Torført at koma í Ríkið

Íslendska rúsdrekkalógin er strong, og reglurnar fyri rúsdrekkasølu teirra, ið nevnist Ríkið eru somuleiðis strangar. Sostætt er ógvuliga torført at fáa loyvi at selja sín sterka løg í Ríkinum, men Føroya Bjór ætlar sær at royna kortini.

­ Tá vit vóru til RekTór stevnuna, møttu vit nógvum føroyingum, ið søgdu, at um okkara øl verður at fáa til keyps í Ríkinum, ætla teir sær at kepa tað. Tí ætla vit okkum eisini at fáa loyvi at selja øl okkara í Ríkinum. Vit ætla at royna at fáa loyvi longu í summar, men um hetta ikki eydnast, so verður tað til heystar, lovar stjórin í Føroya Bjór.

Men ein trupuleiki er kortini við søluni í Ríkinum. Tað er nevniliga soleiðis, at um 8o prosent av øllum ølinum, ið verður selt í ríkinum, er í blikkdunkum, meðan føroyska ølið er í fløskum.


Dáma best týskt og hálendskt

Hóast íslendingar eru nógv merktir av amerikanskari mentan, dámar teimum tó ikki best amerikanskt øl. Einar Waag sigur, at íslendingum dámar best týskt og hálendskt øl, og nevnir hann millum onnur Heineken og Beck's.

Eisini donsku ølmerkini er væl umtókt í Íslandi, og verða hesi bryggjað eftir licens avtalu í Íslandi. Hetta ger, at hesi ølmerki verða heldur bíligar enn tey innfluttu, men heldur ikki hetta ræðir stjóran í Føroya Bjór. Hann sigur, at føroyska ølið kemur at liggja í dýrara endanum av ølúrvalinum, men kortini hevur hann góðar vónir um, at íslendingar fara at keypa føroyska ølið. Hann er vísur í, at dygdin á hansara øli er eins góð og á øðrum øli, og fara íslendingar tískil eisini at drekka føroyska ølið. Spurdur um møguleiki er fyri, at Føroya Bjór fer at bryggja lata licens til at bryggja í Íslandi, svarar hann, at ongar ætlanir eru um hetta. Føroya Bjór hevur vanliga ikki tað stóra samstarvið við útlendsku bryggjaríðini.


Royna seg við fatøli

Einar Waag sigur, at ætlanin er fyrst og fremst at royna at fáa selt føroyskt fatøl í matstovum í Íslandi. Íslendingar, bæði yngri og eldri, ganga nevniliga nógv út at eta, og dámar teimum eisini væl at fáa sær eina bjór afturvið matinum. Tí skuldi verið møguligt hjá Føroya Bjór at fingið føroyskt fatøl inn um gáttirnar hjá íslendsku matstovunum.

­ Í seinastuni hava ein rúgva av matstovum og kaffistovum stungið seg upp í Reykjavík, so møguleikin fyri at sloppi inn um dyrnar hjá teimum skuldi verið stórur, sigur stjórin á størsta bryggjaríðnum í Føroyum, Einar Waag. Hann vísir tó á, at tað liggur í hondunum hjá umboðsmanninum í Íslandi, hvussu hetta fer at gangast. ­Á RekTór varð avtala gjørd við eina matstovu um at royna seg við føroyskum øli, men tað er umboðsmaðurin í Íslandi, ið skal syrgja fyri, at vit koma víðari, sigur Einar Waag.


Víðari út í heim

Føroyska bryggjaríðið er framfúsið. Um tað gongst væl at selja føroyskt øl í verður eisini farið at hugsa um at selja øl í øðrum londum, eitt nú í Skotlandi. Men her heldur Einar Waag ikki, at tað fer at bera til at marknaðarføra seg við fatøli. Harafturímóti heldur hann, at tað kundi borið til at selt síðuframleiðsluna, Black Sheep og Sluppøl, í útheiminum.

Sosialurin spurdi at enda Einar Waag, hvussu hann fer at halda Norðoyastevnu. ­ Undir kappróðrinum fari eg at hugna mær á altaninum hjá Torleifi Sigurðsson, og síðani fari eg helst út at spáka. Um tú spyrt um eg fari at skeinkja, haldi eg, at eg fari at svara, at eg ikki verið inni. Á Norðoyastevnu fari eg út at vitja fólk. Men sjálvandi verið eg eisini inni viðhvørt, og gestirnir skulu sálvandi kenna seg vælkomnar, sigur Einar Waag at enda og ynskir øllum eina góða Norðoyastevnu.