Fiskavirkir
NOTA, sum er fyrrverandi Rasmussen & Weihe, hava síðan 2004 greinað gongdina hjá føroyska fiskiskipaflotanum og fiskavirkisvinnuni.
Flestu fiskiskip yvir 110 tons (línuskip/ garnaskip) og trolarar, sum hava yvir 400 hk, eru við í greiningini. Útróðrarflotin og eitt nú trolbátarnir, sum um sumrarnar hava loyvi at fiska á landleiðini, eru ikki við.
Í blaðnum fríggjadagin høvdu vit nakað um greiningina, sum viðvíkur fiskiskipaflotanum, og í dag fara vit at hyggja at gongdini hjá føroysku fiskavirkjunum, sum eru við í roknskapargreiningini hjá NOTA.
Luttakandi feløgini, sum eru við í hesi greining, eru P/F Føroya Fiskavirking við 54,7 % av rávøruni í 2008, P/F Kósin (14,6%) P/F Fiskavirkið í Gøtu (8,2%), P/F Delta Seafood (8,2%), P/F Sandoy Seafood (5,6%), P/F Vaðhorn (5,1%), P/F Norðís Seafood (2,5%) og Sp/f Eystís Seafood (1,1%).
Um hesi prosenttøl yvir keypta rávøru verða løgd saman, geva tey 100%. Tað merkir tó ikki, at hesi átta feløgini vóru einastu keyparar av rávøru í hesum ári. Nøkur virki eru ikki við í greiningini hjá NOTA. Tó umboða hesi feløg umleið ¾ av samlaðu fiskaframleiðsluni í Føroyum.
Í síni frágreiðing til greiningina, sigur grannskoðaravirkið, at hendan byggir á almennar roknskapir umframt á eykaupplýsingar frá ymisku feløgunum, sum í sínum ársroknskapi annars ikki upplýsa ráfiskanøgd, nettosølu og ráfiskakostnað.
- Roknskapirnir hjá luttakandi feløgunum eru uppsettir ymiskt, eins og kontur eru bólkaðar ymiskt. Hetta kann viðføra, at feilir kunnu vera í samanlagda roknskapinum fyri øll feløgini, men hetta hevur helst bert lítlan týdning, sigur felagið.
Hall øll árini
Í stuttum gevur ársúrslitið hjá hesum átta feløgunum í 2008 eitt samalað hall upp á 58,7 miljónir. Hetta er tó eitt frægari úrslit enn í 2007, tá samlaða hallið var heilar 103,7 miljónir krónur.
Í síni frágreiðing, sum vit venda aftur til seinni í hesi grein, vísir NOTA á, at tað serliga er skiparaksturin, sum tvey av hesum feløgum høvdu í 2008, ið stóð fyri meginpartinum av stóra hallinum hesi bæði árini.
Hetta sæst eisini í samanaløgdu ársúrslitunum hesi bæði árini, har dóttirfeløg/ atknýtt feløg góvu heilar 91,9 miljónir krónur (2007) og 43,6 miljónir krónur (2008) í halli.
Sjálvur virkisraksturin er so munurin á samlaða hallinum og úrslitinum hjá dóttirfeløgum/ atknýttum feløgum.
- Vit hava ikki eina eintýdda niðurstøðu um gongdina hjá hesum feløgum. Tó kunnu vit staðfesta, at raksturin hjá virkjunum samanlagt hevur givið hall øll árini, sum greiningin fevnir um (2004-2008).
NOTA vísir á, at úrslitini hava verið svingandi øll árini, men árini 2006-2007 var talan um eina stóra afturgongd.
- Skiparakstur hevur aftur tyngt um raksturin hjá fiskavirkisvinnuni í 2008, men ikki í sama mun sum í 2007. Hetta er einamest orsøkin til, at ársúrslitið í 2008 var betri enn ársúrslitið í 2007. Tó gjørdist 2008 aftur eitt vánaligt ár hjá virkjunum, sum eru fevnd av okkara kanning.
Greiningin vísir eisini, at eginognin hjá feløgunum, sum reka fiskavirkir, samanlagt minkar, samstundis sum skuldin veksur.
- Nøkur feløg hava rímiligan rakstur, kanska serliga tey, sum virka saltfisk, men hjá fleiri virkjum er gjaldførið hart spent í 2008, og neyðugt hevur verið við hjálp frá fíggingarstovnum at halda virkseminum í gongd.
Á fundi í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon seinasta hósdag, helt Bjarni Arnason, sum saman við Jacobinu í Lambanum stóð fyri framløguni, tað vera áhugavert, at fólk yvirhøvur hætta sær undir fiskaframleiðslu, soleiðis sum gongdin hevur verið seinnu árini.
- Tað er gott, at fólk hava mót uppá at fara í gongd, tí tað er ein sannroynd, at føroyska fiskavirkisvinnan hevur ongantíð givið tað stóra, sum hann tók til.
Bjarni sipaði í hesum sambandi til, at P/F Kósin í Klaksvík nú er undir endurreisn og væntandi letur uppaftur í nærmastu framtíð.
Ein av teimum, sum var við á framløgufundinum hósdagin, var Hanus Hansen, ið er høvuðsmaðurin aftanfyri keypið og endurreisnina av Kósavirkinum í Klaksvík.
Dýrur ráfiskur
Á framløgufundinum varð eisini víst til ársfrágreiðing hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag, sum kemur til ta niðurstøðu, at ymiskar orsøkir eru til vánaligu gongdina hjá føroysku fiskavirkisvinnuni.
- Her verður mett, at eitt nú gjaldføristrupulleikar til tíðir hava tarnað rakstrinum hjá summum virkjum í 2008. Tá slíkir trupulleikar hava verið, hava virkini kanska ikki verið so aktiv at bjóða upp á fisk. Virkir, sum kortini hava havt møguleikar at keypa, hava tískil fingið lutfalsliga bíliga rávøru.
NOTA heldur kortini ikki, at hetta sæst aftur í kanningini, sum tey hava gjørt.
- Okkara kanning vísir, at hetta ikki er galdandi fyri virkini samanlagt, tí rávøra og hjálpitilfar hevur ongantíð verið dýrari enn í 2008, staðfestir grannskoðaravirkið.
NOTA vísir í síni niðurstøðu á, at fíggjarkreppa og búskaparkreppa hava ávirkað marknaðin.
- Búskaparliga skrædlið í Íslandi og nógv viknaða íslendska krónan, fallið í bretska pundinum og norsku krónuni hava havt negativa ávirkan á kappingarførið hjá føroyskum virkjum.
Vánaligt gjaldføri
Grannskoðaravirkið sigur, at vánaliga gongdin hjá fiskavirkjunum seinastu árini hevur elvt til umskipingar og rationaliseringar, og væntandi skulu fleiri til fyri at tryggja virkjunum framhaldandi rakstur.
- Tølini benda á, at virðisøkingin ikki stendur mát við gongdina, tá kapitalpartar, rentur, avskrivingar og ”annar kostnaður”, verða havd í huga í nevnda tíðarskeiði.
Við framløguna vístu Bjarni Arnason og Jacobina í Lambanum á, at gjaldførið hjá flakavirkisvinnuni er vánaligt.
- Orsøkin er stór hall, stórar íløgur, fígging av nógv øktum goymslum og skuldarum.
Niðurstøðan í greiningini er, at framhaldandi rakstur hjá stórum parti av fiskavirkisvinnuni er treytaður av, at íleggjarar og peningastovnar veita vinnuni neyðugu fíggingina til framhaldandi rakstur – og at raksturin framyvir fer at geva avlop.
Sosialurin kann leggja aftrat, at tey fýra feløgini, sum høvdu hampiligan rakstur hesi bæði árini (2007 og 2008), eru Fiskavirkið í Gøtu, Vaðhorn á Strondum, Delta Seafood á Tvøroyri og Sandoy Seafood.