Føroyar er óbeinleiðis blivnar ein partur av valstríðnum í Hetlandi, nú val verður í Bretlandi um nakrar fáar dagar.
Skotska tíðindakvinnan, Lesley Riddoch, sum var í Føroyum seinasta ár, hevði eina bókaframløgu saman við valevninum hjá SNP í Orkney og Hetlandi, Miriam Brett, har tær tosaðu um sambandi millum Føroyar og Danmark í einum ríkisfelagsskapi.
Tað skrivar Shetland News frá tiltakinum.
Tær søgdu, at vit høvdu tað best menta heimastýrið í heiminum, har vit høvdu fingið avgerðarrættin í nógvum málum og enntá sluppu undan at fara í ES, tá Danmark fór, tí tað var ikki í okkara áhuga at fara í ES.
Tað var serliga hetta seinast, ið vakti ans, tí Skotland hevur eitt ynski um at verða verandi í ES, meðan restin av Bretlandi fer úr ES um tvey ár ella so.