Ein av stóru donsku talvkappingunum er Politiken Cup, har føroyingar ofta taka lut. Og 2008-útgávan av kappingini er einki undantak í so máta.. Kappingin er ein gyltur møguleiki, hjá - ikki minst - ungu talentum okkara, at tilogna sær altjóða royndir, í einum umhvørvi sum uppá allar mátar er ekseptionelt gott. Sera hugalig luttøka er frá Høgna (11) og Rógva Egilstoft Nielsen (15), úr Sandavági, Hjalta Toftum Jógvanssyni (15), úr Havnini, Ársins Stjørnuskoti 2007/08, unglinga-FM vinnaranum, Herborg Hansen (17), úr Klaksvík og Vagni Dam (16), úr Róki (Sundalagum). Unglingar ávegis, har tað verurliga gerst spennandi. Ein mánað undan kappingarbyrjan, eru 184 telvarar tilmeldaðir - og vónandi eru enn fleiri føroyingar, sum taka av spennandi gylta møguleikanum, skrivar heimasíðan hjá Talvsamband Føroya.